Næstbesta liðið hjá B36 vann í gjárkvøldið 2-0 á heimavølli ímóti KÍ. Sigurin hevur sera stóran týdning, tí næstbesta liðið hjá árstalsfelagnum er niðanfyri strikuna og higartil hevur tað ikki sæð so ljóst út fyri, at tað skuldi eydnast at sleppa úr tronganum.
Nú B36 fór í summarsteðg eru tað seks stig fram til KÍ og EB/Streym, sum hava 16 stig.
Tá ið ein hálvur tími var farin, var tað Tobias Hansen, sum legði heimaliðið í Gundadali +a odda. Uppleggið átti Dávid Høgnason Viderø.
B36 var meiri í álopsstøðu enn KÍ, og B36 vann seg til fleiri málmøguleikar og hornaspørk enn gestirnir úr Klaksvík.
Síðstu løtuna spenti KÍ álopsbogan, og tað var onkur spent støða frammanfyri heimamálið. So var tað í síðstu løtu, at B36 økti um munin til 2-0. Málskjútti var blaðungi Dennis Anghel, sum varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at hann var málskjútti í næstbestu deildini.
Millum spælararnar á B36 liðnum vóru Børge Petersen, sum fyri stuttum flutti úr KÍ og til B36, og Jóhann Hansson Joensen, sum var rættiliga eyðsýndur. Markus Hellisdal, Djóni Sivertsen og Tobias Hansen hava eisini verið á besta B36 liðnum í ár.
Eingin av KÍ spælarunum í gjár hevur í ár verið í bestu deildini. Undantakið var Martin Gonzalez, sum varð innskiftur beinanvegin eftir steðgin.
Hetta var triðja ferðin á rað, at KÍ fór av vøllinum uttan at hava vunnið stig og uttan at hava skorað mál. Málmunurin í hesum trimum dystunum er 0-9 – 0-4 í Fuglafirði, 0-3 á heimavølli ímóti AB og 0-2 ímóti B36.