Týsdagin hevði Óli Midjord 25 ára starvsdag sum leiðari í Býlingshúsinum á Norðasta Horni.
Tað vóru starvsfelagarnir, sum tóku stig til at gera nakað burtur úr degnum – sjálvur visti Óli Midjord av ongum og varð tikin á bóli.
Elsa Berg, borgarstjóri, var eisini og heilsaði upp á Óla og segði millum annað:
“Býlingshúsið á Norðasta Horni varð stovnað fyri 37 árum síðan, og so kunnu vit skjótt rokna okkum fram til, at tú hevur verið leiðari her í tveir triðingar av tíðini, sum húsið hevur verið til.
Tá Býlingshúsið varð stovnað, var Norðasta Horn ein rættiliga nýggjur býarpartur, og tí fekk hetta húsið longu frá byrjan av stóran týdning fyri menning og trivnað í hesum tá nýggja partinum av Havnini.
Tað hevur tað framvegis, at byrja við sum dagstovnur, men seinni eisini sum ungdómsstað – nakað, sum tú og onnur dugnalig starvsfólk arbeiddu fyri at seta á stovn.
So tín partur av tí menning, sum hevur verið í hesum húsinum, og fyri sovítt í øllum hesum býarpartinum, liggur so sanniliga ikki eftir.”
“Tá eg bleiv boðin at koma og siga nøkur orð, fekk eg at vita, at tú ikki visti av nøkrum, og at tað endiliga ikki mátti koma út, at tað bleiv skipað fyri nøkrum.
Bara tað, at tínir starvsfelagar vilja gera so nógv burtur úr og taka teg á bóli ein dag sum í dag, haldi eg sigur nógv um, at tú er avhildin sum leiðari, og tað vísir eisini, hvussu nógv tú hevur lagt í at skapa menning og trivnað í kommununi í nú 25 ár.
Takk fyri tað, og hjartaliga til lukku við 25 ára starvsdegnum.”
Hetta skrivar torshavn.fo.