Hetta taka vit øgiliga alvorligt

Felagsskapir í Føroyum vilja hava eina forkláring, tí teir vilja ikki verða settir í Samband við Paul Watson

Hetta taka vit í størsta álvara og tí skulu vit hava eitt svar. Tað sigur Regin W. Dalsgaard, forseti í Rotary-klubbanun í Havn. Sum vit áður hava skrivað, er illa gitni Paul Watson tveittur úr altjóða nevndini hjá Sea Shepherd. Ístaðin hevur hann nú stovnað sín egna felagsskap har hann ætlar sær at halda fram við stríðnum ímóti grindadrápi.

 

Í hesum sambandi reypar hann dúgliga av, at hansara felagsskapur, og ein Rotary klubbur í Kalifornia, hava tikið samstarv upp um at beina fyri grindadrápi. Í Føroyum eru tveir Rotary klubbar og teir gjørdu beinanvegin greitt, at hetta vilja teir ikki góðtaka, tí teir vilja ikki vera settir í samband við ein felagsskap, sum leggur seg út í okkara viðurskifti.

 

Eirikur á Húsamørk, forseti í Rotary í Klaksvík, sigur, at so leingi hann er forseti, verður einki samstarv við Paul Watson og Regin W. Dalsgaard, forseti í Rotary í Havn, sigur somuleiðis, at hetta kann ikki góðtakast undir nøkrum umstøðum.

 

Les meiri her: Klaksvíkingar fara at umrøða nýggja útspælið hjá Paul WatsonLes eisini: Hetta skal ikki standa ósvarað Eftir grindina í Gøtu í gjár, staðfestir Paul Watson enn einaferð, at hann er ovurfegin, at Rotary er sinnað at brúka sína ávirkan til at hesi sadistisku sjúkligheitini. Og í gjárkvøldið hava báðir Rotary klubbarnir í Føroyum sent økis-guvernørinum eitt skriv, har teir biðja um eina frágreiðing. Rotary í Føroyum er undir Rotary í Danmark, so skrivið er sent til økis-guvernørin í Danmark.

 

Regin W. Dalsgaard sigur, at tey vilja hava eina frágreiðing um sambandið ímillum Rotary og Paul Watson. Tey vilja hava eitt greitt svar upp á um talan er um eitt samstarv ímillum Paul Watson og Rotary, ella ein Rotary klubba í Kalifornia. Samstundis hava tey biðið um fund við økis-guvernørin sum skjótast um málið.

 

– Hetta taka vit í størsta álvara, tí vit vilja ikki setast í samband við ein felagsskap, sum samstarvar við Paul Watson um at gera seg inn á okkara máta at liva upp á, sigur hann. Regin W. Dalsgaard sigur, at Rotary er ein heimsumfatandi hjálparfelagsskapur, sum aldrin leggur seg út í lokal viðurskifti. Eitt samstarv ímillum Paul Watson og Rotary, er sostatt heilt fjart frá teimu virðum, Rotary byggir á. Tvørturímóti er tað ein grundregla, at Rotary ikki skal leggja seg út í lokal viðurskifti, tí ger felagsskapurin tað, avhøvdar hann seg sjálvan.

 

Tí væntar hann, at talan er bara um, at Paul Watson misbrúkar Rotary í hesum sambandi. Men tað vilja tey hava greiði á, tí hann dugir ikki at hugsa tankan um, at Rotary fer í eitt slíkt samstarv. Vit kunnu ikki upp á nakran máta góðtaka, at Rotary mótarbeiðir grindadrápi í Føroyum. Tað verður heldur ikki góðtikið, at ein einstakur Rotary klubbi í Kalifornia er farin undir eitt slíkt samstarv, sigur Rotary forsetin í Havn.

 

Regin W. Dalsgaard sigur, at skuldi tað kortini verið talan um eitt slík samstarv, verður tað eitt krav, at tað verður annulerað alt fyri eitt. Verður tað ikki tað, fara Rotary klubarnir í Føroyum at umhugsa støðuna, og so verður tað ein avbjóðing at halda fram, sum hann sigur.