Nú verða vit kanska noydd til at endurskoða tær ætlanir vit hava í býráðnum.
Tað sigur Alvi Mortensen, formaður í Teknisku nevnd og formaður í Havna- og Vinnunevndini hjá Tvøroyrar býráð
Hann var á veg ígjøgnum Líðina tá ið hann sá nógvan royk og at eldur var í.
Í fyrstuni trúði hann ikki at tað var nakað serligt á vási, men tá ið hann nærkaðist býnum, varnaðist hann at hetta var ramasti álvari, tí býurin var avbyrgdur.
Tað var ein fullkomin skelkur, tí hetta átti ikki at borið til, sigur Alvi Mortensen.
Hann sigur, at hetta er ein ræðulig vanlukka, ikki bara fyri Tvøroyri og Suðuroynna annars, men fyri alt landið sum heild.
Tað er ikki yvir at dylja, at Varðin Pelagic hevur havt ein øgiligan týdning fyri Tvøroyrar Kommunu, tí inntøkurnar av skatti eru munandi øktar, síðani virkið kom.
Alvi Mortensen ivast ikki í, at hetta verður eitt rættiligt afturstig.
Spurningurin verður so um býráðið kann loyva sær at halda fram við teimum ætlanum, sum eru settar út í kortið, ella um tað verður neyðugt at tátta í.
Hann sigur, at tað verður sjálvandi ein spurningur, býráðið fer at viðgera í næstum.
Alvi Mortensen nýtir eisini høvi til at takka øllum suðuroyingum fyri samanhaldið teir vístu hendan lagnutunga fríggjadagin.
Allastaðni kring oynna hava fólk víst ómetaliga vælvild og blíðskap og hava bjóðað tvørafólkið, sum vórðu tvingað heimanífrá, bæði mat og gisting.
Og ikki at gloyma sløkkiliðsfólkini, sum hava gjørt eitt ótrúligt arbeiði. Tað hevur alt samalt verið heilt fantastiskt, sigur Alvi Mortensen.