Tá Jens Marni kom upp á pallin fyri aðru ferð leygarkvøldið fyri at taka ímóti virðislønini fyri bestu útgávu 2008, nýtti hann høvi at takka konuni og producaranum.
- Hetta var ikki verri. Eg eri ótrúliga væl nøgdur. Bara at koma við á listan er stórt, og so at vinna báðar prísirnar, tað er fantastiskt.
Jens Marni dugdi ikki at taka dagar ímillum hvønn prís hann var glaðari fyri.
- Tað er heilt klárt ein samanhangur ímillum hesar prísirnar. Av tí at útgávan er so góð, eri eg eisini komin í uppskot til besta sangara, tey tingini hanga saman.
Jens Marni hevði tó ikki høvi at njóta sigurin, tí eftir tiltakið í Miðlahúsinum fór hann beint til arbeiðis. Hann skuldi nevniliga spæla í heimbygdini Kollafirði seinni um kvøldið.