Brian Kerr er ovurfegin, nú Føroyar í kvøld hava vunnið 2-1 ímóti Litava á Svangaskarði.
-Vit hava verið tætt við fleiri ferðir, og vit hava iðrað okkum, tí tað ikki hevur eydnast at vinna í hvussu so er eitt stig. Vit hava roknað við, at vit fóru at røkka einum góðum úrsliti, og tað var fantastiskt, at vit skuldu røkka tí í síðsta heimadystinum í hesi kappingini, segði Brian Kerr í samrøðu við Rás2 stutt eftir dystarlok.
Fleiri ítróttartíðindamenn hava í dag ivast í, hví tú hevði broytt liðið so nógv, sum tú gjørdi?
- Eg havi ikki so nógv skil fyri arbeiðnum hjá ítróttartíðindamonnum. Tað lati eg teir um. Eg havi roynt at valt liðið eftir bestu sannføring, og eg eri sera fegin um tað, sum vit hava sæð spælararnar útinna á vøllinum. So kunnu vit eftirmeta arbeiðið hjá tíðindamonnunum, var viðmerkingin hjá ovurfegna venjaranum.