Tað vóru gávur og aftur gávur, tá ið NSÍ í sera góðum líkindum í kvøld vann 4-2 á heimavølli ímóti B36.
Úrslitið ber við sær, at NSÍ hevur 38 stig og er á triðja plássi, eitt stig frammanfyri B36. Tað eru seks stig fram til KÍ og átta stig fram til HB. B36 hevur spælt ein dyst færri enn hini trý liðini í toppinum.
Hálvleiksstøðan var 3-0, og ein rúgva av málum stóðust av vánaligum verjuspæli og stórum gávum. Tað vóru tvey sjálvmál, eitt brotsspark og eitt øgiligt málverjukiks.
NSÍ var frammanfyri 4-0, tá ið ein tími var farin, og tað lá í luftini, at talan kundi fara at verða um eitt álvarsligt skrædl.
Men so gjørdi NSÍ málverjin stórt mistak. B36 minkaði um munin til 4-1, og lítla løtu seinni var 4-2, tá ið NSÍ gjørdi sjálvmál. B36 spenti álopsbogan í botn, men tað eydnaðist ikki at fáa sannan spenning í.
Sentrali NSÍ miðvøllurin stóð seg betri í kvøld, enn hann ofta fyrr í ár hevur gjørt ímóti fremstu liðunum. Jespar Christjansen vísti seg aftur í kvøld at vera góður fongur. Og so var tað stór styrki, at NSÍ venjarin loksins hevði funnið fram til, at Rógvi Egilstoft er bæði stríðsmaður og ferðmikil og góður fótbóltsspælari, sum ger størri nyttu á miðvøllinum enn í verjuni, har hann annars hevur verið millum teir eyðsýndastu.
Petur Knudsen setti hol á ellivu minuttir undan steðginum. Tað var við frísparki úr 18 metrum og mitt fyri. Við fínum bóltførleika lyfti Petur bóltin uppum manngarðin og dygst inn undir samankomingina.
At NSÍ vann hetta frísparkið komst av lítið sannførandi avrikið hjá B36 aftarlaga á vøllinum, og tá ið heimaliðið lítla løtu seinni økti til 2-0, sá tað aftur kiksað út. Salmundur Bech smekkaði bóltin úr vinstru og flatt inn undir málið, har Eli Falkvard Nielsen var óheppin, tá ið hann í staðin fyri at skjóta til horna, sum hann ætlaði, smekkaði bóltin í sítt egna mál.
Og fimm minuttir undan steðginum var aftur heilt galið í B36 verjuni, sum tøvdi og ikki sparkaði burtur. Petur Knudsen varð rendur um koll, og Klæmint A. Olsen umsetti brotssparkið til 3-0 leiðslu. Hann hevur nú skorað 196 mál í bestu deildini.
Ein tími var farin, tá ið NSÍ økti um munin til 4-0, og so luktaði tað av heilt stórari eyðmýking. Heimaliðið steðgaði B36 álopi, Jesper Christjansen spældi ímillum miðverjarnar til Petur Knudsen, sum var púra blankur, tá ið hann skoraði.
Tað var óvanliga jánkasligt hjá B36, sum gjørdi eina rúgvu av mistøkum, ið vórðu eirindarleyst sektaði.
Tað var stórt mistak av NSÍ málverjanum, sum bar við sær, at B36 minkaði um munin til 4-1. Tórður Thomsen vildi ikki sleppa bóltinum, og so bríkslaði dómarin fyri óbeinleiðis frísparki til B36. Michal Przybylski gjørdi skjótt av, spældi upp á tvørs til Ragnar Samuelsen, sum trillaði bóltin í tóma málið, men NSÍ málverjin mótmælti avgerðina hjá dómaranum.
Og tríggjar minuttir seinni minkaði B36 enn eina ferð um munin. Eftir langt innkast í høgru og innlegg datt bólturin fyri føturnar á Árna Frederiksberg, sum royndi seg við fluktara eitt sindur úr vinstru. Skotið var kiksað, men akkurát innskifti Steffan A. Løkin var óheppin, tá ið hann við høvdinum setti bóltin í sítt egna mál.
NSÍ – B36 4-2 (3-0)
1-0: Petur Knudsen
2-0: Sjálvmál
3-0: Klæmint A. Olsen br
4-0: Petur Knudsen
4-1: Ragnar Samuelsen
4-2: Sjálvmál
Dómari. Alex Troleis
NSÍ: Tórður Thomsen – Jákup Jakobsen, Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard – Jann Julin Benjaminsen, Jesper Flinck Christjansen, Rógvi Egilstoft, Salmundur Bech (Jann Martin Mortensen, 88.), Pætur Turiðarson Skipanes – Klæmint A. Olsen (Búi Egilsson, 77.), Petur Knudsen (Steffan A. Løkin, 69.)
Gult kort: Tórður Thomsen, Steffan Løkin
Venjari: Glenn Ståhl
B36: Rói Mørk Hentze – Bjarni Petersen (Benjamin Heinesen, 42.), Andrias H. Eriksen, Sonni Ragnar Nattstad, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen (Andrass Johansen, 73.), Stefan Radosavljevic (Magnus Holm Jacobsen, 46.) – Árni Frederiksberg, Ragnar Samuelsen, Hannes Agnarsson – Michal Przybylski
Gult kort: Eli Falkvard Nielsen, Magnus Holm Jacobsen
Venjari: Jákup á Borg