- Hetta verður ein rein ruin

Tummas Christophersen, reiðari í Vestmanna sigur, at tað er nógv, sum politikararnir kunnu gera, men sum teir einki gera við, nú meginparturin av ísfiskaflotanum liggur í andaleypi – og er um at fara á húsagang

Kreppa

Støðan í fiskiskipaflotanum er ivaleyst nógv verri, enn mangur dugir at geva sær far um. Teir, sum vita best, hvussu vorðið er, eru teir, sum reka skipini. Hesir vita, hvørji skip eru løgd, sum almenningurin lítið og einki veit um, og teir duga eisini at síggja, at tað gongur bert heilt stutt tíð, so liggur eisini tann parturin av ísfiskaflotanum, sum enn hórar.

Herfyri vórðu partrolararnir Nornagestur og Kolumbus lagdir í Vestmanna. Hetta eru bert tveir av mongum, sum reiðari hevur gjørt av at leggja, meðan teir enn eru førir fyri at svara hvørjum sítt.

Rein ruin

Reiðarin, Tummas Christophersen, sum eisini eigur og rekur onnur skip, sigur, at raksturin hjá Nornagesti og Kolumbussi ber seg slett ikki við verandi oljuprísum og fiskaprísum.

- Vit hava gjørt av at leggja skipini, meðan vit enn eru førir fyri at svara hvørjum sítt.

Hann vísir á, at hetta eru gomul skip, sum ikki fiska tað sama sum tey nýggjaru, men samstundis brúka hesi eisini minni olju.

- Um oljuprísirnir ikki lækka, ella upsaprísurin hækkar, eri eg sannførdur um, at meginparturin av partrolaraflotanum liggur innan tveir mánaðir.

So dapurskygdur er reiðarin í Vestmanna, sum annars ber orð fyri at duga væl at reka skip.

- Nei, hetta ber slett ikki til. Hetta verður ein rein ruin, um fyritreytirnar ikki broytast til tað betra.

Hann sigur, at tað er so nógv dýrari at hava skipini siglandi enn at binda tey við bryggju.

- Eg trúgvi, at tað eru ógvuliga fáir ísfiskatrolarar, sum hava avlop í rakstrinum í løtuni, og eg veit ikki, um tað nakrantíð hevur sæð so svart út hjá ísfiskatrolarunum yvirhøvur, leggur Tummas aftrat.

Tað undrar reiðarar og fiskimenn, at prísurin á fiski og fiskavørum ikki er øktur samsvarandi matvøruprísum annars.

- Vit fáa í mesta lagi 4,75 krónur kilo fyri tann besta og størsta upsan, og tað merkir, at skal nakar sum helst samanhangur vera í rakstrinum, er neyðugt, at tú fært nógvan og góðan fisk hvønn einasta túr.

Men soleiðis er veruleikin bara ikki.

Eingin ger nakað

Tummas er ikki maðurin, sum heldur, at oljustuðul er gongda leiðin, tí fiskivinnan er okkara høvuðsvinna, og tá er tað trupult at veita stuðul, so tað munar.

- Men vit vita, at onnur lond hava traditión fyri at stuðla fiskivinnuni, og tað gera tey eisini, nú oljan er vorðin so dýr.

Reiðarin sigur, at hann herfyri hevði fransmenn á vitjan, sum reka skip, og teir søgdu seg fáa 25-30% av oljuútreiðslunum endurgoldnar frá statinum.

- Hetta fáa teir, sjálvt um slíkur stuðul eftir øllum at døma ikki er loyvdur. Aðrir veita stuðul til eitt nú at betra um skipini við reinari botni og tílíkum.

Tummas vísir á, at tað er nógv, sum okkara myndugleikar kunnu gera, tó at teir ikki vilja veita fiskiflotanum beinleiðis oljustuðul.

- Politikararnir siga, at tað eru marknaðarkreftirnar, sum skulu ráða, men tað er bara ikki so.

Hann vísir á, at loyvt er ikki at virka vanligu fiskasløgini umborð á skipum í føroyskum sjógvi, og heldur ikki lata politikararnir marknaðarmekanismuna við sølu av fiski ráða.

- Tú kanst kryvja og avhøvda fiskin umborð – og so ikki meira. Skerir tú stertin av ella gert annað við fiskin, kemur tað undir virking, og tað er ikki loyvt.

Fiskiflotin broytast

Tummas sigur, at hendir einki við oljuprísinum, ei heldur fiskaprísinum, verður neyðugt at broyta føroyska ísfiskaflotan fullkomiliga.

- Neyðugt verður at fara undir viðgerð av fiskinum umborð, samstundis sum onkur kanska spesialiserar seg við feskum fiski. Tað er ikki annað at gera, um fyritreytirnar ikki broytast munandi, leggur hann aftrat.

Reiðarin sigur, at hetta er nakað, sum politikarar kunnu gera nakað við.

- Føroyska fiskiskipavinnan hevur alt ov nógvar forðingar, sum serliga koma til sjóndar í tíðum sum hesum, nú tað av álvara sansar av, tí skiparaksturin ikki ber seg, sigur hann.

Áðrenn vit gevast at práta, heldur Tummas Christophersen fyri, at tað hóast alt man vera ein spurningur, hvussu dýr oljan kann gerast.

- Er talan um spekulatión við oljuni, er ikki óhugsandi, at oljuprísirnir fara at kollapsa, tí eingin búskapur kann halda til ta øking, sum verið hevur, sigur reiðarin.