Tíðliga sunnumorgunin lokala tíð segði amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, at samráðingarnar við Iran í Pakistan eru lidnar.
Amerikanska sendinevndin fer heimaftur uttan avtalu við Iran, varð sagt á einum stuttum tíðindafundi.
Varaforsetin hevði avmarkaðar upplýsingar at siga journalistunum, sum enn vóru vaknir eftir klokkan hálvgum seks sunnumorgunin lokala tíð.
Her er tað, sum teir tríggir partarnir hava boðað frá.
PAKISTAN:
* Forsætisráðharrin í Pakistan, Shehbaz Sharif, hevur virkað sum meklari.
* Ein ónevnd kelda úr Pakistan hevur sagt, at partarnir báðir høvdu tað, sum verður lýst sum humørsvigningar undir samráðingunum.
- Tað vóru humørsvigningar frá teimum báðum, sigur keldan, og hitin fór upp og niður undir fundinum, sigst.
USA:
* Á odda fyri sendinevndina hjá USA var varaforsetin J.D. Vance, og við honum vóru serligir sendimenn Steve Witkoff og Jared Kushner.
* Vance sigur, at samráðingarnar vardu í 21 tímar.
* Sambært Vance hevur Iran valt ikki at góðtaka amerikansku treytirnar, eitt nú at Iran ikki skal menna kjarnorkuvápn. Hetta er tað týdningarmesta av amerikansku krøvunum, sigur Vance.
* Amerikanska sendinevndin hevur sent endaligt uppskot til iransku sendinevndina. USA hevur ikki fingið svar enn.
* Vance tosaði við amerikanska forsetan, Donald Trump, umleið 12 ferðir undir samráðingunum, sigur hann.
IRAN:
* Á odda fyri ransku sendinevndini stóð formaðurin í iranska tjóðartinginum, Mohammad Baqer Qalibaf, og iranska uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi.
* Iranska stjórnin skrivaði á sosiala miðlinum X umleið á midnátt okkara tíð, at samráðingarnar vardu í 14 tímar, og at tær halda fram sunnudagin.
* Iranskir almennir miðlar skriva, at amerikansku krøvini vóru órímilig.
* Ein ónevndur talsmaður fyri uttanríkisráðið í Iran upplýsti stutt fyri klokkan 02:00 okkara tíð, at fleiri evni vóru viðgjørd undir samráðingunum.
* Millum teirra vóru Hormuzsundið, kjarnorkumálið, krígsendurgjald, avtøka av revsitiltøkum og fullkomin endi á krígnum móti Iran. Miðeystur yvirhøvur varð eisini umrøtt, sigur talsmaðurin.
* Ein ónevnd iransk kelda segði stutt áðrenn samráðingarnar byrjaðu, at USA hevði játtað at sleppa frystum peningi í Qatar og øðrum útlendskum bankum. Hesum hevur ein ónevndur amerikanskur embætismaður afturvíst.
Keldur: Reuters, AFP, X, CNN
/Ritzau/











