Spurningarnir hópa seg upp, eftir at Politiets Efterretningstjeneste, PET, og fleiri løgregluøki í Danmark hava handtikið tríggjar persónar ymsa staðni í Danmark í morgun.
Her fæst eitt yvirlit yvir, hvat vit vita, og hvørji svar enn mangla eftir at Københavns Politi og PET hava havt tíðindafund:
Hetta vita vit:
* PET og fleiri løgregluøki í Danmark hava tíðliga í morgun framt handtøku í eini samskipaðari atsókn fleiri staðni í landinum.
* Tríggir persónar eru handtiknir í Danmark, meðan ein persónur er handtikin í Hollandi.
* Teir tríggir eru skuldsettir fyri brot á revsilógargreinina um yvirgang.
* Teir tríggir persónarnir verða seinni í dag framsettir í grundlógaravhoyring, har tað fer at verða biðið um dupult afturlatnar hurðar.
* Atsóknin er framd, tí illgruni hevur verið um fyrireikingar av tí, sum løgreglan kallar eitt yvirgangsálop.
* Málið hevur træðrir til bandaumhvørvið, til forbodna bandan Loyal to Familia (LTF) og til útlandið.
* Fimm løgregluøki hava verið uppi í handtøkunum og rannsóknunum, og tað verða framvegis framdar rannsóknir. Fyns Politi og Østjyllands Politi havi verið við í átakinum. Århus Stiftstidende upplýsir, at tað sambært álítandi keldum hevur verið eitt átak í Gellerupparken í Brabrand.
* Frá Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, verður sagt í morgun, at tað er »ógvuliga, ógvuliga álvarsamt, og tað er sjálvandi í mun til Ísrael/Gaza als ikki til at góðtaka, at tað er onkur, sum tekur eitt stríð eitt annað stað í heiminum við sær inn í danska samfelagið«. Tað sigur hon á veg til ES toppfundin í Brússel.
* PET er nú serliga ansið á jødiskum støðum.
* Sambært upplýsingum hjá Ritzau hava floksleiðararnir í Fólkatinginum fyri tíðindafundin fingið frágreiðing um málið hjá Peter Hummelgaard, løgmálaráðharra.
Her mangla vit svar:
* Hvørji eru tey handtikni, og hava tey samband hvør við annan?
* Hvussu langt í tilgongdini vóru tey partur av málinum?
* Hvar og nær skuldu hesi møguligu álop vera?
* Hvat er motivið fyri møguliga álopinum?
* Hvussu eru bandarnir og LTV partur í málinum?
Keldur: Ritzau, TV2, Københavns Politi, PET.
/ritzau/