Løgreglan í Keypmannahavn hevur í kvøld hildið tíðindafund, eftir at fleiri eru rakt av skoti í handilshúsinum Field's í Ørestad í Keypmannahavn.
Her er eitt yvirlit um tað, sum vit higartil hava fingið at vita um hendingina:
* Í dag klokkan 17.36 fekk løgreglan í Keypmannahavn fráboðan um skottilburð í handilsmiðstøðini Field's á Amager. Løgreglufólk vóru alt fyri eitt send á staðið, har fleiri persónar vóru raktir av skotum.
* Løgreglan hevur handtikið ein 22 ára gamlan danskan mann fyri skottilburðin. Hann varð handtikin, stutt eftir at løgreglan kom til Field's. Hann var handtikin uttan fyri handilsmiðstøðina.
* Fleiri eru deyð og særd. Løgreglan vil enn ikki upplýsa hvussu mong.
* Løgreglan kann ikki vísa aftur, at tað eru fleiri illgerðarmenn, men løgreglan hevur í løtuni ikki upplýsingar, sum benda á tað.
* Nógv fólk, sum vóru í Field's, runnu út úr handilshúsinum. Tað vísa myndir og video.
* Tungtvápnað løgregla hevur verið og er enn í kvøld vælmannað á staðnum við Field's.
* Løgreglan er í kvøld eisini væl mannað í øllum Keypmannahavn og Sælandi.
* Løgreglan kann ikki afturvísa, at talan er um yvirgang.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
/ritzau/