Hetta vita vit um suðurafrikanska koronubrigdið

Eitt suðurafrikanskt brigdi av koronuvirus er nú á fyrsta sinni funnið í Danmark.

 

Danmark skrásetti í gjár fyrsta dømið við einum suðurafrikanskum brigdi av koronuvirus.

Tað minnir í ávísan mun um bretska brigdið og smittar eitt sindur meira enn tey brigdi, sum higartil hava verið í landinum.

Her er eitt yvirlit yvir, tað sum vit vita um nýggja brigdið:

* Suðurafrikanska brigdið hevur fingið navnið B1351/501Y.

* Suðurafrikansku myndugleikarnir upplýstu fyrstu ferð um brigdið 18. desember, men tað er funnið í royndum heilt aftur frá oktober.

* Brigdið hevur bæði mutatiónina 501Y, sum hevur samband við meira smittu, og mutatiónina 484k, sum kanska kann gera, at koppingarevnið ikki virkar eins væl.

* Tøl eru ikki sett á, hvussu nógv meira brigdið smittar enn higartil kendu brigdini.

* Fyribils greiningar benda á, at smittað við brigdinum hava størri ongd av virus í sær, sum ger at tey smitta meira.

* Brigdið verður mett at vera orsøkin til stóran vøkstur í talinum av smittudømum í Suðurafrika seinastu mánaðirnar, sum hava sett heilsuverkið undir trýst.

* Tað er einki, sum bendir á, at tey smittaðu verða sjúkari, ella at fleiri doyggja.

* Økt smitta kann tó gera, at fleiri gerast sjúk og strørri trýst verður á heilsuverkini og á tann hátt gerast ein størri trupulleiki fyri fólkaheilsuna.

* Brigdið er funnið í minst 20 londum, – teirra millum fleiri evropiskum londum. Tað snýr seg millum annað um Bretland, Finnland, Týskland, Frankaríki og Danmark.

* Millum serfrøðingar hevur verið ávísur ótti fyri, at koppingarevni ikki virksa eins væl við nýggja brigdinum, men sambært WHO er einki, sum bendir á, at so skal vera.

* Eitt nýggj kanning frá Pfizer/BioNTech vísir, at koppingarevnið hjá teimum virkar ímóti suðurafrikanska brigdinum. Kanningin er tó ikki dømd av óheftum serfrøðingum enn – kent sum peer review.

* Moderna hevur sagt, at felagið er vónríkt í mun til, at tess koppingarevni fer at virka fyri øðrum brigdum – eisini tí suðurafrikanska.

Keldur: Heimsheilsufelagsskapurin (WHO), Det Europæiske Center for Sygdomsforebyggelse og Sygdomskontrol (ECDC), Pfizer, Moderna.

/ritzau/