HB-liðskiparin var púrasta erligur, tá vit eftir dystin fingu orðið á hann.
- Hetta hevði eg ikki droymt um í morgun. Sjálvandi vistu vit, at møguleikin var har, men eg ivaðist ikki í, at EB/Streymur fór at gera sítt arbeiði. Tá ið vit so frættu, at KÍ hevði skorað, skuldu vit fram. Og hóast tað var lítil tíð eftir, so var eg ikki í iva um, at vit fóru at skora. Hetta er bara heilt fantastiskt, helt Janus.