Hevði ikki kunnað livað uttan fantasi

Óli Petersen hevur altíð teknað. Tað heldur hann í hvussu er. Hóast meiri enn 2.000 blaðtekningar hevur hann ikki kopierað seg sjálvan enn, og tá tað hendir, gevst hann. Tí ein blaðteknari kann ikki vera í barndømi.

Óli Petersen hevur altíð tekn­að. Sum ungur plagdi hann at fáa nøkur tørn við blíantinum, og eftir at hava roynt sjólívið nøkur ár gjørdi hann av at fáa meiri burtur úr teimum gáv­unum. Hann byrjaði hjá Klaks­víkar kommunu fyrst í sekstiárunum og fór síðani á tekniska skúlan í Randers, har hann tók út­búgving sum tekniskur assistentur.
Heimafturkomin fór hann at arbeiða á teknistovuni á Skála Skipasmiðju. Tað var í 1964. Nógv skip blivu bygd um hetta mundið, og Óli minnist, at fyrsta skipið, sum hann gjørdi linjutekning av, var nótaskipið Jupiter hjá gøtumonnum. Árini á teknistovuni vóru góð við nógvum avbjóðingum, og skipasmiðjan var eitt gott arbeiðspláss. Óli fekk júst 25 ár á skipasmiðjuni, tí í 1989 fór hon á húsagang.
Hann kundi kanska hild­ið fram í fakinum, men valdi at arbeiða sum sjálv­støðugur, og tað hevur giv­ið heilt aðrar uppgávur. Hann hevur teknað fyri Føroya Skúlabókagrunn og tekningar av øllum handa slagi fyri onnur, men tað eru uttan iva tekningarnar á baksíðuni á Sosialinum, sum hava gjørt skipsteknaran á Skála kendan um alt landið og longri enn tað.
Partur av nýhugsan
Óli Petersen ella Óli P. hevur verið fastur blaðteknari á Sosialinum síðani 1989, men sambandið millum blað­ið og teknaran á Skála er eldri enn so.
Fyrst í áttatiárunum flutti Sosialurin í nýtt blaðhús á Argjum, og í tí sambandi setti leiðslan sær fyri at royna at ganga nýggjar leið­ir. Blaðið skuldi hugsa nýtt. Eiott nú fekk blaðið professionellan mynda­mann, og so kom hug­skot­ið um at fáa egnan blað­teknara, eins og bløð aðrastaðni hava. Avgjørt varð at fáa samband við Óla Petersen, og hann játt­aði áðrenn hálvtalað orð. Hansara fyrsta uppgáva var tekningin ”Hin politiski dunnu­hylurin”, ið var eitt pusli­spæl, sum lesararnir skuldu leggja saman.
Hetta var upp undir jól í 1984. Fýra ár seinni gjørdi Óli eina teknirøð, sum hann bjóðaði bløðunum at keypa, og Sosialurin tók av tilboðnum. Samstundis varð avtalað, at Óli skuldi hava eina tekning á bak­síðuni á blaðnum hvørja viku. Síðani er samstarvið víðkað, og hesi árini hevur hann latið blaðnum umleið 2.000 tekningar.
Av sær sjálvum
Tað eru tey, sum halda, at Óli Petersen sær stuttleika ella skemt í øllum - eisini tí álvarssama, og at hann hevur eini serlig evni til at avmynda sínar tankar, so øll onnur skilja tað.
- Hevur tú eitt serligt hug­flog?
- Eg veit ikki. Eg veit ikki, hvat fantasi er fyri nakað. Tað kemur av sær sjálvum, haldi eg. Uttan fantasi hevði eg ikki kunnað livað lívið, haldi eg. Men ein má ansa eftir ikki at lata fantasiin taka ræðið, og tí er tað gott, at ein hevur okkurt konkret at halda seg til.
Tað eru kanska tey, sum halda, at tað er skjótt at gera eina blaðtekning, tí ofta eru tað bara nakrar fáar strikur, men so er ikki. Sjálvandi eru tekningar ymiskar, sig­ur Óli, men vanliga fær hann hugskotið um kvøldið og ger nakrar skitsur. Morg­unin eftir byrjar hann aftur, og nakað fyri middag plagar tekningin at vera liðug.
- Hendir tað, at tú teknar umaftur?
- Ikki umaftur, men tað kemur fyri, at eg flyti figurar og stúgvi teir øðr­vísi. Mær dámar best tær einføldu tekningarnar. Onk­untíð havi eg teknað rúgvutekningar, sum danir rópa myldretegninger, men tað er ikki eg. Mær dámar best tað einfalda við einum høvuðsmáli.
Politikararnir
Føroysku politikararnir eru regluliga at síggja á baksíðuni í Sosialinum, so­leiðis sum Óli sær teir, men hann viðgongur, at tað er ikki líka lætt at tekna allar. Summir eru lættari offur enn aðrir. Hinvegin er hann ikki í iva, tá vit spyrja, um nakar er serliga lættur at tekna.
- Eg veit ikki, men løg­monn­unum havi eg ongan­tíð havt nakrar trupulleikar av. Eg veit ikki hví, tí teir síggjaso ymiskir út. Men kanska er tað tí, at ein kann brúka teir í ymsum sambandi. Tað eru jú teir, sum hava ta ovastu ábyrgdina, so tað ber altíð til at heingja okkurt upp á teir.
- Hevur tú nakrantíð ging­ið nøkrum politikara ov nær?
- Ja, tað rokni eg við, at eg havi. Men eg haldi ikki, at politikararnir taka sær tykni av tekningunum, men tað er hent meiri enn so, at stuðlar hjá onkrum politikarum hava verið misnøgdir við mínar tekningar. Men tað má eg so taka við. Tað er eitt slag av kryddaríi, so tað ávirkar meg ikki.
Kendi seg lítlan
Síðani hann byrjaði at tekna til baksíðuna hjá Sosialinum, hevur hann lat­ið blaðnum umleið 2.000 tekningar. Kortini held­ur hann ikki, at hann hevur kopierað seg sjálvan nakrantíð. Ikki enn í hvussu er, og tað er heldur eingin, sum hevur gjørt vart við tað. Hinvegin hevur hann gjørt tað fleiri variasjónir yvir sama tema, sum hann tekur til.
- Fer ein at kopiera seg sjálvan, so er tíð at gevast.
Óli vil ikki siga, at hann er betri nøgdur við nakra ávísa tekning fram um hin­ar. Hinvegin veit hann, at onnur halda summar tekn­ingar vera betri enn aðrar, og hann viðgongur, at tað fløvar at síggja onkra tekning hanga á einum køliskápi onkunstaðni. Men tað kann sjálvandi eis­ini koma av øðrum um­støðum.
- Sum t. d. ta ferðina eg hevði gjørt eina tekning í sambandi við, at náttarvaktin á Landssjúkrahúsinum bleiv niðurløgd. Tá gjørdi eg eina tekning, sum eg kallaði ”Náttarvaktin”. Hon var av einum gomlum manni, sum lá í einari sjúkrahússong við slangum og øllum. Hurð­in fór spakuliga upp. Tað var deyðin, sum gekk náttarvakt. Men tað bar ikki mætari á, enn at tá eg kom at liggja á sjúrahúsinum nakað seinni, hekk hendan tekningin har. Tá kendi eg meg lítlan.
Fegin um arbeiðið
Óli dugir ikki at siga, um hann roknar seg sum listarmann, men hann er í hvussu er ikki ein av teimum, sum leggur í at hava framsýningar. Tað er ikki eg, sigur hann.
- Men roknar tú teg sum listamann?
- Eg veit ikki. Satt at siga rokni eg meg ikki fyri nakað sum helst, og eg má siga, at eg kenni meg ikki heima allastaðni innan fyri tað, sum verður kallað list. Men eg haldi sjálvur, at um ein hyggur at blaðteknarum sum heild, eitt nú her í Norðurlondum, so eru abso­lutt listaverk ímillum tekn­ingarnar.
Í dag ger Óli Petersen lítið annað tekniarbeiði enn baksíðuna í Sosialinum, og hann sigur seg vera sera fegnan um ta uppgávuna.
- Eg kenni onkrar, sum eru farnir av arbeiðs­markn­aðinum, og teir hava tað ikki gott. Tað eri eg ikki, og tað eri eg sera fegin um.