- Eg hevði als ikki roknað við øðrum.
So einfalt svarar Hans Pauli Strøm, tá vit biða um viðmerking til niðurstøðuna frá Landsgrannskoðanini.
Hans Pauli Strøm heldur, at hetta var eitt sera løgið mál, sum varð blást alt ov nógv upp av formanninum í Landsstýrismálanevndini, Kára P. Højgaard.
- Tað var ongantíð nakað í hasum málinum, tí sjálvandi hava vit sum landsstýrismenn fulla heimild til at kanna slík viðurskifti, sigur hann.
Hans Pauli Strøm skilir heldur ikki kritikkin, hann fekk frá Kára P. Højgaard, tí hann ikki hevði latið Landsstýrismálanevndini eitt skjal í málinum, sum ikki varð stílað til hansara, men til Mentamálaráðið og sum Mentamálaráðið hevði latið nevndini.