Landsdystur
Eftir teir seks undakappingardystirnar, sum ta ferðina vóru á skránni, segi távernadi venjarin, at tað serliga vóru tvey øki, har føroyingar vóru eftirbátar. Annað av hesum vóru royndirnar, og tað er so sjálvandi nakað, sum bara kann koma við fleiri dystum, og so var tað eisini kropsligi parturin. Her vísti Palli ta ferðina á, at hetta ikki er nakað, sum kann broytast eftir einum degi, men var tað hansara vón, at eitt langsiktað arbeiði framyvir varð sett í verk, sum kundi bøta um hendan partin.
Sást ikki aftur
Nú hevur landsliðið í knappliga eitt ár havt servenjar knýttan at sær. Júst við kropsliga partinum fyri eyga, men hóast hetta, so gjørdist talan sum kunnugt ikki um nakað serliga gott úrslit fyri okkara viðkomandi í dystinum sunnudgain.
Spurdur, hvørt kropsliga venjingin hjá leikarunum enn ikki hevði givið nóg sjónligt úrslit, var Palli eitt sindur ivandi.
- Nú hevði eg ynskt, at eg hevði eitt meira positivt úrslit at grunda svarið hjá mær á, men í dag sást í øllum førum ikki so nógv til hendan partin. Í øllum førum ikki so nógv, sum eg hevði vónir um. Eg veit ikki rættiliga, um eg yvirhøvur skal tora at úttala meg um júst tað, tí eg veit, at nógvir av leikarunum hava gjørt sera nógv við hendan partin av venjingini alt árið, og tí hevði í øllum førum verið ynskiligt, um tað sást betri aftur. Eisini tí eg veit, at leikararnir hava meira í sær enn tað, sum teir vístu í dag.
- Og tá tosað verður um royndir, so er tað sjálvandi so, at hesar bert kunnu koma við fleiri dystum, men kortini haldi eg eisini, at nakað restar í í fyrireikingunum. Eg hugsi meira um uppgávur, sum kunnu brúkast til at skerpa leikararnar beint undan stóru uppgávunum. Vit sóu eitt nú millum jól og nýggjár, at meðan leikararnir fingu ein góðan dyst móti útlendsku leikarunum, so var dysturin móti pressuliðnum ikki nakað, sum gav tað heilt stóra.
- Her vóru dystirnir móti Grønlandi sjálvandi góðir, men eg kundi hugsað mær, at leikararnir eisini fingu roynt seg móti sterkari mótstøðu undir eitt sindur meira fríum forholdum, soleiðis at spælistílurin kundi verið betri vandur. Kanska nakað í stíl við venjingarleguna, sum teir vóru á í Íslandi. Tað veldst so sjálvandi eisini um pengar, men tað er í øllum førum nakað, sum kundi viðvirkað til, at leikararnir vóru betri fyri, tá veruligu uppgávurnar koma.
Ov bangnir
Um dystin sjálvan helt Palli, eins og flestu onnur í høllini mundu halda, at hann var eitt satt vónbrot fyri føroyska liðið.
- Tað týdningarmesta mistakið, sum føroyska liðið framdi, haldi eg, var at teir vóru ov bangnir. Verjan stóð mest sum alla tíðina og bíðaði eftir, hvat mótstøðumenninir skuldu gera, heldur enn at koma nakað út ímóti teimum. Og tað er so ikki nakað, sum tú gert órevsaður, tá mótstøðuliðini hava slíkar skjúttar. Hetta viðførdi eisini, at tað var ógvuliga avmarkað, hvat føroyska liðið fekk av teimum løttu málunum, sum ofta koma við kontra. Verjuspælið var ov passivt, og tí gjørdust kontra-møgleikararnir so fáir í tali. Og at leikararnir so eisini misnýta so stóran part av teimum opnu møguleikunum, sum komu, er bara stórt spell. Tað kundi í øllum førum pyntað um úrslitið.
- Yvir høvur haldi eg, at hesin væntandi aggressiviteturin var alt ov sjónligur á liðnum. Eitt nú merkti tú eisini í álopspartinum, at spælararnir mest sum alla tíðina spældu flatt, heldur enn at hótta eitt sindur meira. Tá verður tað alt ov lætt hjá mótstøðuni at verja, og tí komu vápnini hjá føroyingunum heldur ikki til sín rætt. Eitt nú kom Ingi ongan tíð inn í dystin, og hondina á hjartað, so hevði eg fegin sæð Svein Justinussen fingið meira tíð á bakplássinum, enn hann fekk í dag. Tað var sjónligt, at Ingi varð væl ansaður, og hann fekk mest sum einki burturúr, og Sveinur gjørdi tað gott, tá hann var á plássinum, helt fyrrverandi landsliðsvenjarin.
Og áðrenn hann endaði, so hevði hann eisini eitt lítið nevs til áskoðararnar.
- Tað er eitt sindur hugstoytt, at so nógvir áskoðarar ikki kunnu geva liðnum ein betri stuðul. Tað vísur seg bara alt ov ofta, at so skjótt sum mótstøðan dregur nakað frá okkara liði, so hvørvur stuðulin, og tað er helst júst tá, at leikararnir hava størsta tørvin á honum, var seinasta hjartasuffi frá Palla Joensen.