Hevna seg inn á suðuroyingar fyri at hava tapt løgtingsvalið

? Fólkaflokkurin var raskur at brúka samferðsluhavnina í Vági til valagn, men nú, hann hevur tapt valið, verður Suðuroyggin slept upp á fjall

Samferðsluhavn

? Hetta er langt úti.
Johan Dahl, løgtingsmaður úr Sambandsflokkinum er ógvuliga misnøgdur við uppskotið til fíggjarlóg, sum nú er til viðgerðar í Løgtinginum.
Hann er serliga argur inn á, at onki er sett av til samferðsluhavnina í Vági, hóast tað er samtykt í Løgtinginum.
? Men hetta er fólkaflokkurin, tá ið hann er bestur.
Hann sigur, at fólkaflokkurin gjørdi nógv burturúr at brúka samferðsluhavnina í Vági til valagn uppundir løgtingsvalið í apríl fyri at tryggja sær nakrar atkvøður.
? Men nú teir taptu valið kortini, kemur hevndin alt fyri eitt og teir sleppa Suðuroynni upp á fjall.
Johan Dahl heldur, at slíkur politikkur kann ikki takast í álvara og at tað er nú, at tinglimurin hjá Suðuroynni í samgonguni skal standa sína roynd.
? Tað, sum undrar meg, er, at tað er Vinnumálastýrið sjálvt sum hevur biðið um at sleppa at byggja samferðsluhavn í Vági, nú býráðið kortini fer at gera djúphavn.
?Samferðsla er samferðsla og hevur onki sum so við Suðuroynna at gera. Tað er ein farvegur sum einhvør annar samferðsluvegur í landinum. Og tað er langt úti at tengja samferðsluhavnina í Vági og bergholið ímillum Øravík og Hov, tí tað er langt síðani sett til at byrja í 2004 á langtíðar útbyggingarætlanini.
?Og at broyta eina lóg nú, sum er samtykt beint fyri valið, er ein beinleiðis politisk beistagerð, leggur hann afturat

Onki nýtt
Nú verður ført fram, at Suðuroyggin fær størsta partin av pengunum, sum skulu brúkast til útbyggingar komandi ár?
? Ja, tað veit eg. Men tað vistu fólkafloksmenn eisini, tá ið teir lovaðu samferðsluhavn í Vági uppundir valið. At peningur skuldi gjaldast fyri nýggju suðuroyarferjuna, hava øll vitað leingi og at tað verður neyðugt við ferjulegu í Trongisvági, vistu øll eisini. Tað er onki nýtt í hesum.
?Men annars er ikki ætlanin at játta eina krónu til vegirnar í Suðuroynni, sum eru teir vánaligastu í landinum. Og Suðuroyar Sjúkrahús fær bara 1,4 millión afturat, samstundis sum Klaksvíkar Sjúkrahús fær 5,6 milliónir afturat og Landssjúkrahúsið 22.
? Eg veit ikki, hvør munurin er á Sjúkrahúsinum í Suðuroy og tí í Klaksvík til at tað skal vera so stórur munur á játtanini.
Nú hevur verið skotið tær og Henrik Old í skógvarnar, at tit óbeinleiðis hava saboterað samferðsluhavnina í Vági við at reisa málið av nýggjum, tí málið varð samtykt í tinginum og gekk sína gongd, Tað einasta, tit gjørdu, var at órógva málið og hetta er so avleiðingin?
? Tað er tvætl. Tað var neyðugt at reisa málið av nýggjum, tí eftir stuðulslógini, sum varð samtykt, kundi landsstýrismaðurin útseta málið so leingi, hann vildi. Tað vísir seg eisini nú. Tí var tað neyðugt at gera eina verklagslóg, sum bindur Landsstýrið at gera havnina nú. Fyri at tryggja okkum, at havnin verður gjørd nú og ikki verður útsett í tað óendaliga, løgdu Henrik Old og eg uppskotið fyri løgtingið.
? Og tað ber heldur ikki til, at tað skal vera Vágs Kommuna, sum skal hava ábyrgdina av sjálvari byggingini, og tann fíggjarliga váðan, tí tað er ikki Vágs Kommuna, sum skal gera samferðsluhavnina. Fyri at tryggja, at samferðsluhavnin fær eina dygd, sum tað almenna krevur, og verður byggiharri við tí fíggjarliga váðanum, var tað neyðugt at gera eina verklagslóg, sum Henrik Old og eg skutu upp. Annars hevði tað verið Vágs Kommuna, sum kom at standa við endan, gekk byggingin ikki sum ætlað og tað kundi blivið ein vanlukka fyri kommuna, sigur Johan Dahl.
Í stuðulslógini, sum varð samtykt beint fyri valið, stendur eisini, at tað verður neyðugt at gera eina verklagslóg, áðrenn landið kann byggja samferðsluhavnina í Vági og tað er hetta, Henrik Old og eg skutu upp at gera.
Tað er eisini átaluvert, at Bjarni Djurholm setir málini um samferðsluhavn í Vági og berghol ímillum Øravík og Hov upp ímóti hvørjum øðrum við at siga, at skal havnin gerast, verða ráð ikki til at gera bergholið.
?Men nú vísir tað seg, at peningur er hvørki settur av til samferðsluhavnina, ella til bergholið.