Páll á Reynatúgvu
borgarstjóri á Sandi
Eftir øllum at døma hevur hon sogið sær mergin til úr hesi mentan, tí sjálvdan havi eg sæð so amerikani-seraðan og einoygdan retorikk festan á blað her í Føroyum.
Elin Lindenskov er so troytt av at hoyra fólk úr útjaðaranum loypa á Havnina, sigur hon í grein her-fyri. Og tí loypi eg á útjað-aran, tykist hugburðurin at vera.
Lat ongan vera í iva um, at eg eri sera stoltur av og góður við okkara høvuðsstað, Tórshavn. Eg kenni býin sum mín, eins væl og tykkara, sum gista í Havnini hvørja nátt.
Og sjálvandi skal høv-uðsstaðurin rúma nógv av teimum tilboðum, ið Elin so óført greiðir frá. Og eg eri samdur við Elini ið nógvum av tí ið hon førir fram. Tó eru tað økir har eg meti at Elin Lindenskov fer grundleggjandi av sporinum.
Tað er fyrst og fremst í útjaðaranum at vinnuligu frambrotini vaksa. Tak bara Faroe Marine Biotech á Eiði, ella høvdavirkið í Leirvík. Ella finn útav hvar mesti fiskurin kemur uppá land.
Tað er fyrst og fremst í útjaðaranum at mentanarligu frambrotini eru. Les Martin Joensen, Heðin Brú, ella lurta eftir Eivør Pálsdóttir og Sunnleifi Rasmussen.
Tað er fyrst og fremst í útjaðaranum at ítróttarligu frambrotini grógva. Norðingar hava verið framúr í at klekja fótbóltsstjørnur, meðan Havnin í storan mun sankar saman tað ið útjaðarin elur.
Tað er fyrst og fremst í útjaðaranum at nátturan vinnur á larminum. At veruleikin vinnur á "yvir-fladiska resinum". At grønu føroyar vinna á asfaltinum.
Einki av hesum nevnda, bendir á ein miðaldarligan fundamentalistiskan hugburð í útjaðaranum, men ber boð um at útjaðarin framvegis er kveikjari og uppalari av góðum hugburði og sunnum føroyingum.
Havnin er sum allir høvuðsstaðir. Sankar saman ágoðan av tí nógva ið grør rundanum, og er før fyri at vinna pening burturúr tí tilfeinginum. Savningarstaður hjá tí mesta. Ikki minst av sosialum trupulleikum og víttgangandi átrúnaðarligum sektum.
Havnin er ikki dynamiska meginhjólið í føroyum í dag. Havnin er ein tungur fyrisitingarligur bygnaður, sum etur nógv av tí tilfeingi sum verður skapt og virkað í føroyska útjaðaranum. Tað hava fleiri kanningar víst seinnu tíðina.
Kortini eru vit góð við Havnina, tí hon er okkara høvuðsstaður. Men tað er ikki vist, og neyvan rímiligt at tann støðugt flótandi stuðulin frá útjaðaranum til Havnina fer at halda fram.
Uttan mun til hvussu nógv tú droymir um Mc, Elin,
"We want our peoples money back", Elin