Hevur havt sína dagligu gongd í Tinganesi í 50 ár

Hon hevur arbeitt undir heili 11 av teimum 13 løgmonnunum, vit hava havt, síðani heimastýrislógin kom i gildi í 1948

Leygardagin vóru 50 ár liðin, síðan Ann Hjaltalin byrjaði sína starvsleið í landsfyrisitingini. Seinastu 21 árini hevur hon verið skrivari hjá løgmanni, men undan tí arbeiddi hon í journalini – hon var eisini journalleiðari í nógv ár.

 

Í tí sambandi var samkoma Løgmansskrivstovuni í morgun, har Suffia Eliasen, starvsfelagið hjá henni, staðfesti, at Ann er fyrikomandi, altíð góð í ráðum, álítandi, dugnalig, røkin, ábyrgdarfull, nærløgd og avgjørd.

 

Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, fortaldi, at tá ið Ann Hjaltalin var skrivari hjá Edmundi Joensen, táverandi løgmanni, var hennara fyrsta uppgáva at vera eitt slag av samskiftisráðgeva. Hon skuldi nevniliga klippa allar viðkomandi greinir úr bløðunum, so løgmaður kundi fylgja betri við tí, sum rørdi seg í fjølmiðlunum.

 

Ann Hjaltalin byrjaði í skrivstovulæru á Landsskrivstovuni í 1968, sum tá var fyrisitingin hjá øllum landsstýrinum. Tað var eisini fyrisitingin hjá einum stórum parti av almennu fyrisitingini sum heild, og partvís eisini skrivstova fyri løgtingið. Eftir lokið læruprógv í 1971 bleiv hon sett í fast starv sum skrivstovukvinna.

 

Síðan Heimastýrislógin varð sett í gildi í 1948, hava tað í alt verið 13 løgmenn. Tað serstaka er, at Ann Hjaltalin hevur samstarvað við heili 11 av teimum 13.

 

Ann er gift Steintóri Hjaltalin. Tey eiga fimm børn, 14 ommu – og abbabørn og fýra langommu – og langabbabørn.