Maria á Heygum starvast enn, hóast hon er vorðin 75 ár, í svimjihøllini í Vestmanna. Tað hevur hon gjørt í nógv ár, hóast hon eisini hevur arbeitt á flakavirkinum í bygdini. Tá røkti hon bæði størvini, umframt at hon tók sær ein svimjitúr á vágni í døgurðasteðgini. Hesin túrurin gjørdi hana so væl fyri, áðrenn hon aftur fór til arbeiðis, heldur hon fyri.
So lítillátin, sum Maria er, biðjur hon okkum endiliga minnast til, at hon ikki er tann einasta, ið hevur starvast í svimjihylinum gjøgnum tíðina. Hon nevnir mong nøvn, og eru tey millum onnur Frits Johannesen, Eyðritt Adreassen, Sarita Andreassen og Jonna Jacobsen, ið hava starvast saman við henni í svimjihøllini. Men eingin ivi er tó um, at hon er tann, ið hevur starvast longst í svimjihøllini í Vestmanna.
Børnini stak fitt
Maria á Heygum heldur, at børnini, ið vitja í svimjihylinum eru so stak fitt. Hon hevur ongar trupulleikar av, at tey ikki akta hana. Harafturat heldur hon, at børnini hava ein alsk til svimjihøllina, ið ger, at tey fara væl um.
75 ára gamli unglingin greiðir frá, at tá Eyðálvur á Heygum í sínari tíð stovnaði svimjifelagið, gekk ungdómurin í bygdini sera høgt upp í felagið. Saman við Jonnu og Frits hjálpti hon til at fáa svimjifelagið at virka.
Nú verður hondbólturin raðfestur frammum svimjingina. Hetta harmast Maria á Heygum eitt sindur um, men tó gleðist hon um, at ungdómurin hevur nakað at takast við.
Ikki roynt hylin í Havn
Hóast bæði børnini hjá Mariu búgva í Havn og hon dúgliga vitjar í Havnini, hevur Maria enn ikki verið og svomið í nýggja svimjihylinum har. Hon hevur tó fleiri ferðir havt ætlanir um at vitja í hesi glæsiligu svimjihøll, men enn hava stundir ikki verið til tess.
Tá børnini hjá Mariu vóru smá, var hon tó fleiri ferðir og svam saman við teimum í gamla svimjihylinum í Gundadali. Hetta dámdi henni óføra væl.
Vikin í pensjónistafelagnum
Ikki er tað bert innan svimjing, at Maria á Heygum er virkin. Hon er eisini virkin í pensjónistafelagnum í Vestmanna.
Pensjónistarnir í felagnum møtast einaferð um vikuna í kjallaranum á La Careta, har tey spæla kort, práta og annað. Eisini fara tey viðhvørt útferðir ymsastaðni, og í vikuni skuldu tey vitja tilhaldið í gamla Føroya Banka í Tórsgøtu í Havn. Hetta var ein túrur, ið Maria gleddi seg nógv til at fara.
Ætlar sær
ikki at gevast
Hóast Maria gerst 75 í næstum, hevur hon ongar ætlanir um at gevast at vera virkin. Hon ætlar sær at halda áfram við at smimja á vágni, og eisini ætlar hon at halda áfram at starvast í svimjihøllini hvønn mánadag og mikudag, tá børnini svimja, hóast hon nú hevur fingið fólk at hjálpa sær.
Maria er sannførd um, at eitt virkið lív og ein góð heilsa gera, at ein eisini á eldri árum kann halda fram at vera virkin.