Hevur livað við lívverjum og deyðshóttanum

Salman Rushdie hevur í 33 ár livað við deyðshóttanum, eftir at prestastýrið í Iran sendi út eina fatwa ímóti honum. Men Rushdie, hevur klárað seg. Nú fyllir hann 75.

 

Salman Rushdie, rithøvundur, fyllir 75 ár í dag. - Foto: Herbert Neubauer/Ritzau Scanpix

Tann indisktføddi bretski rithøvundurin Salman Rushdie hevur síðani áttatiárini verið ímyndin av talufrælsi.

Eisini ein ímynd upp á stórar munir, sum kunnu verða millum sera átrúnaðarligar muslimar og vesturheimin.

Afturi í 1989 var bók hansara »Tey Satanisku Ørindini« fordømd av prestastýrinum í Iran sum blasfemisk.

Táverandi leiðarin í Iran, ayatollað Khomeini, sendi út eini átrúnaðarlig boð, eina fatwa, sum segði, at Rushdie skuldi drepast.

Tað broytti lívið hjá Salman Rushdie, og Vesturheimurin vardi hann.

Salman Rushdie fyllir 75 ár í dag, og hann skrivar framvegis – hóast deyðshóttanir – bøkur og hevur vunnið nógvar virðislønir.

Kortini er tað málið um »Tey Satanisku Ørindini«, sum tey flestu minnast hann fyri.

– Eg eri so nógv ímóti at verða tikin aftur í tíðina, so sum tú roynir at gera, segði hann í mai í 2021 í eini samrøðu við The Guardian.

Tá hevði journalisturin sambært sær sjálvum tvær ferðir í eitt korter roynt at ført samrøðuna aftur til deyðsfatwaina, meðan hon tosaði við hann í New York, har hann hevur búð seinastu 20 árini.

Málið um Salman Rushdie hevur skapt trupulleikar fyri onnur enn hann sjálvan.

Tá sást í Danmark í 1996, tá hann var boðin til Keypmannahavnar fyri at taka ímóti eini ES-virðisløln, sum nú eitur ES-bókmentavirðislønin.

Óttin fyri islamskum drápsmonnum fekk stjórnina hjá Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra, í fyrstu syftu at nokta Salman Rushdie innferðarloyvi til Danmarkar.

Grundgevingin var, at tey ikki kundu veita honum trygd.

Men eftir mikið orðastríð í miðlunum umráddi Nyrup seg at enda, og Rushdie slapp til Danmarkar at taka ímóti virðislønini í Kunstmuseet Arken í Ishøj sunnan fyri Keypmannahavn undir verju av stórum løgregluliði.

Rushdie gjørdist kendur við skaldsøðuni »Midnáttarbørn« í 1981 um indisku tjóðina, sum varð fødd. Í 1988 komu so »Santanisku Ørindini«, sum av álvara setti hann á heimskortið.

Hann hevur skrivað 12 skaldsøgur, nakrar barnabøkur og fleiri ritgerðir.

Salman Rushdie vaks upp í Mumbai í India. Tá hann var 14, flutti familjan til Pakistan. 

Áðrenn hann flutti til New York, livdi hann í mong ár í loyniligum bústøðum og undir verju av bretsku løgregluni.

Hann er bæði indiskur, amerikanskur og bretskur ríkisborgari. Elisabet drotning hevur gjørt hann til riddara fyri hansara lut fyri bókmentirnar.

Hóast dramatisku søguna hjá rithøvundanum eru tað ikki øll, sum hava hoyrt um hann.

Í februar í ár almannakunngjørdi Daily Mail eina kanning um vitanina hjá bretska ungdóminum.

29 prosent av bretum illum 25 og 34 ár hildu, at Salman Rushdie var ein fiskarættur.

/ritzau/

 

Salman Rushdie, rithøvundur, fyllir 75 ár í dag. - Foto: Herbert Neubauer/Ritzau Scanpix