John Johannessen
Fyri seksti árum síðani, tóku vágbingar stig til at stovna kirkjukór. Teir høvdu fingið nýggja kirkju, og hildu, at okkurt serligt mátti gerast í hesum sambandi.
Samstundis, varð eisini avgjørt at hava kirkjukonsert við offurgongd tann fyrsta sunnudagin eftir alla halganna. Til hesa fyrstu konsertina vildu vágbingar eisini, at okkurt serligt skuldi gerast. So Edith Dahl setti seg í samband við Robert Joensen og fekk hann at umyrkja danska sálmin ?Nu falmer skoven?. Hesin sálmurin gjørdist til vælkenda føroyska sálmin ?Nú hvítna tindar?, og varð hesin fyrstu ferð sungin undir fyrstu alla halganna konsertini í Vágs Kirkju. Og tað er enn hesin sami sálmur, ið verður sungin undir offurgongdini í Vági.
Sunnudagin kl. 17
Í ár verður alla halganna konsertin og offurgongdin í Vágs Kirkju sunnudagin 8. november kl 17:00.
Skráin til konsertina er fjølbroytt. Ljómur fer at syngja bæði føroysk og útlendsk sálmaløg undir leiðslu av Ann-Kristin Nilsson, kvartett úr Ljómi fer at syngja ?Jarðareyga?, Johanna Thomassen verður solistur í ?Give Me Jesus?, Niels Nolsøe og Ann-Kristin Nilsson fara at leika á urguna og Heri Jógvan Joensen, prestur, fer at siga nøkur orð.
Tey seinastu árini eru um 9.000 - 14.000 kr. lætnar á hvørjari offurgongd, og verða hesar nýttar til umvælingararbeiði av gomlu urguni í Vágs Kirkju.
Tann seinasta
Alla halganna konsertin er nakað serligt á hesum sinni. Orsøkin til hetta er, at hon er tann seinasta, meðan Heri Jógvan Joensen er prestur í Vági. Hesin hevur nevniliga fingið starv í Vesturkirkjuni, frá 6. desember í ár. Tískil vóna limirnir í Kirkjukórinum Ljómi, at nógv fólk fer at møta til seinastu konsert teirra saman við Hera.