So vita tit tað, góðu børn!

- Tað hevur týdning at taka sær stundir at lesa, sigur Sigmundur Ísfeld.

 

Lesur tú føroyskar bøkur?   

- Ja, mær dámar væl at lesa føroyskar bøkur, hóast eg má viðganga, at eg las meira fyrr. Tað hevur týdning at taka sær stundir at lesa.

Tað sigur Sigmundur Ísfeld.

Hvørja bók hevur tú á náttborðinum beint nú?    

- Eg eri nýliga liðugur við skaldsøguna Tám eftir Jón Thorsteinson, mínum góða vinmanni.

Ynskir tú tær bøkur í jólagávu?    

- Ein bók er ein tann besta jólagávan, ein kann geva mær! So vita tit tað, góðu børn, sigur Sigmundur Ísfeld.