Aftur í ár hevur Strandferðslan valt at hava ókeypis sigling við strandfaraskipunum eitt vikuskifti, og verður tað hesaferð vikuskiftið 27. til 29. mai.
Tá sleppa bæði ferðafólk og persónbilar ókeypis við strandfaraskipunum, men tilboðið er tó ikki galdandi á leiðini til Mykinesar, sum er útveitt, og heldur ikki verður ókeypis at koyra við Bygdaleiðum.
- Fíggjarliga hevur tað ongan týdning fyri Strandferðsluna, um skipini sigla ókeypis, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, ið væntar somu góðu undirtøku, sum ókeypis siglingin hevur havt hini árini.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Hilmar Eliasen.