Hevur rakt vanligar føroyingar hart

Í løtuni eru ongar ætlanir um at broyta nakað, sigur løgmaður

Sum støðan er nú, kunnu føroyskir bankar halda fólki í einum ómenniskjansligum, fíggjarligum hvørkrataki í 20 ár.

 

Tað staðfestir Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Nýtt Sjálvstýri. Og nú vil hann hava at vita frá Akseli V. Johannesen, løgmanni um ætlanin er at gera nakað við tað.

 

Kári P. Højgaard sigur, at sum støðan er nú, er skuld hjá fólki til føroyskar bankar ikki fyrnað, fyrrenn hon er 20 ára gomul.

 

Hetta er eftir eini lóg, sum er yvir100 ára gomul, men fleiri dømi eru um, at føroyskir fíggingarstovnar handhevja hesa aldargomlu lógina við fullari megi, sigur hann.

 

Hann staðfestir, at hendan støðan hevur fingið nógvar føroyskar familjur, sum komu illa fyri í hervilgu kreppuni fyrst í nítiárunum, at fella í fátt.

 

Fleiri av teimum familjunum føldu seg kroystar til at flýggja av landinum, tí eingin manssømilig semja kundi fáast við fíggingarstovnin, sigur hann.

 

- Orð sum “jagstrað av peningastovnunum” hava eisini verið nýtt, ikki bara av teimum, sum rýmdu frá húsi og heimi til onnur lond, men lógin hevur eisini rakt meiniga mannin í Føroyum meint, sigur Kári P. Højgaard.

 

- Við gomlu lógini kunnu fíggjarstovnarnir fasthalda fólki í ómenniskjaligum trega í ein mansaldur.

 

Hinvegin vísir hann á, at í Danmark er lógin broytt, soleiðis, at í summum førum er skuld til bankarnar fyrnað eftir trimum árum og í øðrum førum er hon fyrnað eftir 10 árum. Og løgtingsmaðurin undrast á, at lógin ikki eisini varð broytt í Føroyum.

 

Men hann heldur, at her hava sjónarmiðini hjá bankunum vigað tyngri enn fíggjarliga støðan hjá føroysku skattaborgarunum/útisetunum.

 

- Ein lógarbroyting av hesum slagi vil loysa nógvar føroyingar úr ómenniskjaligum fíggjarligum kvørkrataki, sigur hann.

 

Aksel V. Johannesen sigur heilt stutt, at í løtuni er eingin ætlan um at broyta lógina í Føroyum.

 

Men hann sigur, at ætlanin er at umrøða málið fyri at vita, hvørjir fyrimunir og vansar vildu verið við at broytt føroysku fyrningarlógina á hesum øki.