Krista Mørkøre luttekur í hesum døgum í HM í svimjing fyri teirra, ið bera brek, og hevur hon sett tvey nýggj persónlig met higartil, annað í morgun, hitt mánadagin.
Hon er einasti føroyingurin, ið luttekur hesuferð.
16 ára gamla Krista Mørkøre, sum er úr Klaksvík, luttekur í fimm greinum og er styrkismett í bólki S10 og SB9, sum eru sterkastu bólkarnir.
Tað, sum hevur givið henni rætt at luttaka í HM, er, sambært Ítróttarsambandinum fyri Brekað, at hon hevur sett persónligt met í øllum altjóða kappingunum, hon hevur luttikið í.
Og Krista heldur áfram eftir sama leisti. Mánadagin svam hon 50 metrar frísvimjing og setti enn eitt persónligt meg. Hon betraði um gamla metið við 32 hundraðpartum úr 32,33 sekundum til 32,01 sekund. Gamla metið varð sett á eini stevnu í Berlin í apríl. Hon endaði tó aftast í sínum riðili og kom tí ikki víðari í kappingini.
Í dag hon svomið 100 metur bringusvimjing, og kom hon á mál við tíðini 1,33.40, sum eisini er persónligt met. Her betraði hon um persónliga metið við trimum hundraðpørtum. Gamla metið, 1,33,43, setti hon eisini í Berlin í apríl. Eisini her endaði hon aftast í riðilinum og kemur tí ikki víðari.
Fríggjadagin stendur 100 metur firvald á skránni, leygardagin 100 metur frí og sunnudagin er seinasta kappingin fyri hennara viðkomandi, tá Krista Mørkøre fer at svimja 400 metur frí.
Fyrr í ár hevur hon luttikið í DM og í German Open, meðan seinni í ár standa Nordisk Mesterskab í Bergen á skránni. Komandi ár verður fyrst EM í Portugal, innan heilt stóru avbjóðingina hjá Kristu Mørkøre, sum verða olympisku leikirnir í Rio í 2016.