Hevur skipað seg og valt nevndir

Semja var ikki um formansskapin, men kortini er talan um eitt samt bygdaráð sum hevur skipað seg í nevndir og fer til verka, tá ið hetta valskeiðið er úti

Toftir

Á almennum bygdaráðsfundi mánakvøldið skipaði nývalda bygdaráðið í Nes kommunu seg.
Semja var ikki um formansskapin. Her var talan um ein minniluta og ein meiriluta. Hinvegin var bygdaráðið samt um skipan av nevndum og umboðsvali annars. Tiskil kemur bygdaráðið at arbeiða sum ein eind, hóast semja ikki var um sjálvan formansskapin.
Borgarstjóri verður Símun Johannesen, og Súni í Hjøllum verður varaborgarstjóri. Teir báðir eru teir einastu, sum eru eftir av gamla bygdaráðnum, tá ið nýggja bygdaráðið tekur við leiðsluni, 1. januar 2005.
Nevndirnar vera annars skipaðar soleiðis:
Fíggjarnevnd: Símin Johannesen, formaður, Helen H. Jacobsen, næstformaður og Petur í Túni.
Tekniska nevnd: Súni í Hjøllum, formaður, Petur Jacob Petersen, næstformaður og Elin á Torkilsheyggi.
Mentunarnevndin:Elin á Torkilsheyggi, formaður, Eyðfinn Johannesen, næstformaður og Petur Jacob Petersen.
Sosiala nevnd: Petur í Túni, formaður, Helen H. Jacobsen, næstformaður og Eyðfinn Johannesen.
Bygginevnd fyri skúlan: Súni í Hjøllum og Petur Jacob Petersen.
Skúlastýrið: Súni í Hjøllum og Elin á Torkilsheyggi.
Valnevnd: Ólavur Magnussen, Kaj Højgaard, Magnus í Hjøllum, Vilmund Jacobsen og Álvur Højgaard. Varalimir: Jancy Olsen (1. varalimur) og Julianna á Hálvmørk (2. varalimur).
Skattakærunevnd: Helen H Jacobsen.
Skálafjarðar Sløkkilið: Petur Jacob Petersen.
Eysturoyar Røktar- og Ellisheim: Elin á Torkilsheyggi.
Kongshavnar Havn: Petur í Túni.
Heilsumiðstøðin: Súni í Hjøllum.
Umboðsnevndin í SEV: Súni í Hjøllum og Eyðfinn Johannesen.
Umboð í IRF: Eyðfinn Johannesen.
Umboð í Føroya Kommunufelag: Petur í Túni.
Bókasavnsnevndin: Sørin Johannesen, Josefina Johannesen og Asbjørn Vang.
Barnaverndarnevndin: Fía í Túni, Torleif Johannesen, Annfríð Neslíð, Kristian Olsen og Oddfríða Højgaard.
Upptøkunevndin í "Vesturskin": Petur í Túni.