Hevur skrivað bók um føroyska dreymaoyggj

Tann 96 ára gamli Johannes Andreas Næs hevur skrivað bók um sermerktastu oyggj í Føroyum

Í kvøld var sermerkt bókaframløga í Roynhøllini í Hvalba. Tað er tann einki minni enn 96 ára gamli Johannes Andreas Næs, sum hevur skrivað søguna um Lítlu Dímun, og í kvøld varð bókin so løgd fram á samkomu í Roynhøllini í Hvalba.

 

Tað er forlagið Stiðin, sum gevur bókina út og á samkomuni greiddi Zakarias Wang frá Stiðanum frá, hvussu Johannes Andreas Næs, heilt frá ungum árum, hevur sitið undir hvørjum orðið, og hevur skrivað alt niður.

 

Sjálvur foraldi rithøvundurin, at hann eigur nógv spor í Lítlu Dímun á yngri árum, og hann hevur altíð havt áhuga fyri tí søguliga. Og hann hevur eisini skrivað frásagnir niður og hevur klipt úr bløðum, og goymt heilt til hendan dagin.

 

Men upprunin til bókina um Lítlu Dímun er at finna heilt afturi í 1939, tá ið hann gekk á Læraraskúla og skuldi skriva eina uppgávu.

 

Í tí sambandi tosaði hann við Lávus í Køkini. Tá ið Lávus í Køkini var 17 ára gamal, í 1868, var hann við til at avtaka tann gamla, villa seyðin í Oynni, sum hvalbingar kalla Lítlu Dímun.

 

Lítlu Dímun hevur eina sermerkta søgu. Hon var ogn hjá kongi, men, men í 1850 varð hon einskild, og varð seld á uppboði, har hvalbingar og ørðvingar bjóðaðu kapp.

 

Úrslitið var, at hvalbingar fingu Lítlu Dìmun fyri 4820 ríkisdálar. Tað svarar til 586.168 krónur í okkara pengum, hevur Zakarias Wang roknað seg fram til í bókini um Eik, Eikirøtur, sum kom út í 2008.

 

Lítla Dímun er ein dreymaoyggj, helt Zakarias Wang fyri.

 

- Hon er søguoyggin burturav. Øll hava hoyrt um hana, men fá hava verið har. Allir føroyingar vita, at har er mangt bragdið framt, men ongin veit nágreiniliga, hvat er hent, helt hann fyri.

 

Síðani hevur Oyggin verið hvalbingum og Sandvíkingum og teir hava fingið nógva úrtøku burtur úr henni, bæði av seyði og fugli.

Og so hevur hon aldrin kostað skattgjaldurunum eina krónur, tí tað, sum er gjørt í Oynni, hava eigararnir sjálvur fíggjað.

 

Á samkomuni í kvøld, sungu og spældi Tróndur Enni og Lív Næs, abbadóttir høvundans. Og høvundurin handaði eisini Oynni tvær bøkur, eina til hvørt húsið í Oynni, sum fólk so kundu hava at blaða í onkra løtu har úti, skuldi onki annað verið at tikist við eina løtu.

 

Á samkomuni var eisini Manne Næs, guðsonur høvundans, sum fylti 80 í dag, og sum fekk eina bók í føðingardagsgávu. Tað munnu vera tey fægstu, ið fylla 80, og sum kunnu breggja sær av at hava havt gubban við í føðingardegi.

 

 

 

Niðanfyri eru fleiri myndir frá samkomuni í kvøkd, tá ið bókin varð løgd fram.

 

Og sum tað sæst á summum av myndunum, fóru nógvar bøkur um skivuna í kvøld, tá ið framløgan endaði.