Hevur spart okkum fyri næstan 2.700 tons av olju

Nú verður hon seld sum gamalt jarn

Nordtank vindmyllan hjá SEV, sum varð sett upp í 1993, er nú tikin niður og burturbeind sum gamalt jarn.

 

Mest stóð fyri at taka hana niður og tað arbeiðið hevur gingið væl. Ein av monnunum, sum var við til at taka mylluna niður, var eisini við til at seta hana upp í 1993. Myllan er tikin niður í pørtum og tilfarið er koyrt inn á Skála, har tey taka ímóti gomlum jarni.  

 

##med2##

 

Uppi á Hálsi í Neshaga stendur fundamentið enn eftir, men samskifti er millum SEV og røktingarmenn á staðnum, um hvussu berast skal at, soleiðis at eingi sjónlig tekin verða eftir mylluna.

 

Myllan mól í 28 ár, men 9. november í fjør fór hon tá ið toran slóð niður í hana. Men hetta var fyrsta væleydnaða langtíðarverkætlan við vindorku í Føroyum.

 

##mynd2##

 

Stutt áðrenn myllan fórst, vóru serfrøðingar í Føroyum og høvdu eftirlit við mylluni. Niðurstøðan var, at myllan var í góðum standi og kundi halda til nøkur ár afturat, men soleiðis gekk ikki. 

 

Myllan hevur øll árini riggað væl. Hon gjørdi mest streym fram til 2006, tá ið hon gjørdi 550.000 kWt um árið. Tað var meira enn væntað, og generatorurin, sum var 150 kW, var stundum uppi á 180 kW. Hesin generatorurin helt til 2007, tá hann bleiv skiftur út. Eftir hetta bleiv minni trýst lagt á mylluna og frá 2007 - 2021 gjørdi hon umleið 350.000 kWt um árið. Tað svarar til nýtsluna hjá ávikavist 140 og 90 húskjum.

 

Í síni livitíð gjørdi Nordtank myllan tilsamans 12,8 GWt av streymi og sostatt hevur hon spart føroyska samfelagnum 2.696 tons av olju.

 

Myndirnar hevur Jan Herman Hansen tikið.

 

##mynd4##