Hevur SU skift navn til MFS?

HUXA
----

Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) hava verið eftir okkara tinglimi, Hanusi Samró, tí hann ikki tekur undir við, at nýútbúgvin sleppa upp í ALS. HUXA er sjálvandi í móti, at nýútbúgvin fara upp í ALS, tí tann einstaki borgarin má eisini taka ábyrgd.

Forkelað
Tað er einki land í heiminum, sum hevur so góðar stuðulsskipanir sum Føroyar, tá ið tað kemur til lesandi. Føroyar hava sett sær fyri, at øll, uttan mun til inntøku, kyn ella húðarlit, sleppa at nema sær útbúgving, óansæð hvar í heiminum – púra ókeypis. Umframt stuðul.
Tað er kanska ikki so nógv nýtt í tí.
Um vit harafturímóti samanbera okkum við onnur lond, so fáa lesandi, ið lesa uttan fyri Føroyar, ein flogferðaseðil um árið til Føroyar, í Danmark sleppa tey at vinna kr. 71.000 um árið, umframt 65.000 kr. um árið, sum nýggi botnfrádrátturin veitir, um ein lesandi velur at arbeiða í feriunum í Føroyum.
Um vit taka dømi út frá einum, ið lesur í Danmark, so hevur ein lesandi í Danmark møguleikan at fáa 65.000 kr + 71.000 kr + 60.000 (5.000 kr. um mánaðin í studningini), sum er tað sama sum 196.000 kr. um árið – skattafrítt!

SU=MFS?
Meginfelag Føroyska Studenta skrivaði eitt lesarabræv í gjár, har tey siga, at tey ikki skilja, hví Hanus Samró er í móti, at nýútbúgvin sleppa upp í ALS. Tað, sum er undranarsamt í lesarabrævinum er, at Regin Berg, Guðrið Poulsen og Birita í Dali hava sett navn til - ikki samd nevnd.
Tað, sum hesi trý hava til felags er, at tvey av teimum sita í nevndunum hjá Sosialistisk Ung (SU). Tískil loyva vit okkum at spyrja, um tað er ein MFS nevnd, sum tekur undir við hesum sjónarmiðunum, ella um tað bara eru umboðini fyri Sosialistisk Ung, sum taka undir við hesum.
Tað skal harafturat viðmerkjast, at Meginfelag Føroyskra Studenta ikki hevði øll lesandi undir sær, tá ið tey frámæltu løgtinginum (http://mfs.fo/?p=2411) at hækka inntøkumarkið úr 10.000 kr. til 20.000 kr., tí fleiri boðaði alment frá, at tey ikki tóku undir við tí.
Tískil loyvir HUXA sær at spyrja, um SU hevur broytt navn til MFS?