Hevur verið 20 ár í politikki

? men stillar ikki upp til komandi val. Talan er um sambandspolitikaran og landsstýrismannin í vinnumálum Ivan Johannesen

Bylgjurnar hava leikað høgar í Vágum seinastu dagarnar og spenningurin hevur verið í hæddini. Eingin uppstilling hevur nakrantíð, hetta siga kønir menn í politikki, verið so spennandi áður, og ein av orsøkunum er kappingingin at sleppa á teir ymisku listarnar. Hetta er óhoyrt í føroysku politisku uppstillingarsøguni, siga menn.


Síðan 1978

Men summir flokkar eru nú lidnir at stilla upp í Vágum og týskvøldið hevði Sambandsflokkurin sín seinasta fund. Sum eisini sæst aðrastaðni í blaðnum, verður Ivan Johannesen ikki við hesaferð, men hevur flokkurin valt eins og aðrastaðni í landinum, at lata ungar kreftir sleppa framat.

Ivan Johannesen var fyrstu ferð valdur á ting í 1978 og hevur sostatt verið í politikki so at siga í knøpp 20 ár. Ivan Johannesen hevur verið fíggjarmálaráðharri, fiskimálaráðharri, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, fíggjarnevndarformaður og situr nú sum vinnumálaráðharri í landsstýrinum.


Javnaðarflokkurin liðugur

Javnaðarflokkurin er nú liðugur eins og Sambandsflokkurin við uppstillingina, og verða 3 evni til komandi val. Tey eru Rasmus Niclasen úr Sørvági, Hans Jørgensen úr Miðvági og Eyðhild Simonsen úr Sandavági.

Hvussu verður í hinum flokkunum er ilt at siga, tá ið uppstillingin ikki er liðug enn, men spenningurin var stórur upp til fundin í Fólkaflokkinum, sum ikki var liðugur, áðrenn blaðið fór í pressuna.