Á tíðindafundi klokkan 9 í morgun fer Búskaparráðið at leggja fram heystfrágreiðingina.
Búskaparráðið hevur boðað til tíðindafundar í Kaffihúsinum í Vágsbotni í Havn í morgun klokkan 9, har heystfrágreiðingin hjá ráðnum verður almannakunngjørd. Búskaparráðið ger tvær frágreiðingar um árið, eina várfrágreiðing og eina heystfrágreiðing.
Thomas Dam, formaður í Búskaparráðnum, fer at leggja frágreiðingina fram. Hinir limirnir í Búskaparráðnum eru Durita Tausen, cand.scient.oeceon og Gunn Danielsen, cand.polit.
Várfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum verður løgd út á heimasíðuna www.buskap.fo klokkan 8.