Heystið nærkast

Danska veðurstovan DMI boðar frá skiftandi veðri komandi dagarnar, stundum regn, men onkrir sólglottar.

Eitt lágtrýst sunnan fyri Ísland liggur mest sum í stað og sendir fleiri brúgvaløg inn yvir Føroyar. Fríggjadagin fer lágtrýstið í ein landnyrðing beint yvir ella tætt framvið Føroyum.

 

Í dag verður lot til andøvsgul av suðri ella landsynningi, 3 til 8 m/s. Turt og sum frá líður sólglottar, men í støðum mjørki. Um kvøldið og náttina lot til andøvsgul av landsynningi, 3 til 8 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og támut og regn av og á. Hitin alt samdøgrið millum 9 og 14 stig.

 

Mikudagin verður lot til andøvsgul av suðri og landsynningi, 3 til 8 m/s. Stundum regn, men eisini sólglottar. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 15 stig.

 

Hósdagin verður lot til andøvsgul av suðri og landsynningi, 3 til 8 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og stundum regn. Hitin millum 10 og 13 stig.

 

Fríggjadagin verður lot til andøvsgul av suðri og landsynningi, 3 til 8 m/s, eitt skifti upp í stívt andøvsgul, um 10 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Um náttina lot til andøvsgul av ymsum ættum, undir 6 m/s, og turt. Hitin millum 8 og 13 stig.

 

Leygardagin verður lot til andøvsgul av útsynningi ella ymsum ættum, undir 6 m/s. Sólglottar, men møguliga okkurt æl. Hitin millum 8 og 13 stig.

 

Sunnudagin verður lot til andøvsgul, fyri tað mesta av útsynningi og suðri, undir 8 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 8 og 13 stig.