Heystmótasýning á Platform

Tíðindaskriv

 

Mikukvøldið 31. oktober klokkan 20.00 skipa handlar í miðbýnum fyri stórari og fjølbroyttari mótasýning við hugnakvøldið á Platform í Havn.

Á sýningini verður tað nýggjasta innan móta sýnt fram. Sýningarnar verða fjølbroyttar, alt frá innast til uttast; klæðir til børn, ung og vaksin. Tað nýggjasta innan hármóta verður sjálvsagt eisini at síggjast. Harumframt luttaka blómu- og gávuhandlar, so okkurt gott hugskot fæst uttan iva til veturin og jólini.

Luttakandi handlar eru: Niels Arge, Benetton, Bamsan, Alt, Fljóðið, Handilskjarninr Damur og Harrar, Hjá Kissa, Níggjuogtjúgu, Kallkyn, TM Junior, Mótaskálin, Salong Tóta, Seytjan, Sirri, Skálabúðin, Vogue, Wrangler, Fótbúni og Frú S.

Stuðlað tiltakinum hava: Faroe Travel, Trónd Hansen, Føroya Banki, Keypssamtøkan, Akkuleya, Føroya Sparikassi, Suðuroyar Sparikassi, Fotobúðin, Fótbúni, Damfar og Føroya Tele

Atgongumerki á 50 krónur eru at fáa í Kunningarstovuni. Við í atgongumerkinum er kaffi og okkurt gott afturvið.