Mikukvøldið 24 oktober, verður tann seinna av teimum báðum árligu mótasýningunum í SMS.
Hesuferð er talan tó ikki bara um eina mótasýning; men eisini eitt hugnakvøld.
Byrjað verður nevnliga kl. 19.30, tá Malan Eyðunsdóttir undirheldur, og seinni um kvøldið er eisini skemt við Georg S. Petersen á skránni.
Nú nærkast tíðini, har jólaborðhald eru gerandiskostur, og hetta fer at seta dám á sýningina. Samstundis sum møguleiki er at fáa íblástur, og síggja nýggjasta mótan, ber eisini til at fáa sær ein kaffimunn, okkurt lætt afturvið, og njóta hugnaliga umhvørvi. Luttakandi handlarnir eru: Flykran, Klivin, Mango, Vero Moda, Skálkur, Demmus, Hanus & Janus og Fríðkan. Dyrnar lata upp klokkan 19.00, og sjálvt tiltakið fer væntandi at vara í uml. 1? tíma. Atgongumerkir á 50,- eru at fáa í øllum mótahandlum í SMS, og annars við dyrnar frá kl. 19.00 mikudagin.
Mótasýning til børn og ung leygardagin Leygardagin 27. oktober kl. 13.00 hava Schan og Bindibúðin sína egnu mótasýning á Torginum. Orsøkin til, at hesir báðir handlarnir ikki eru við í stóru mótasýningini mikukvøldið er, at tann sýningini er ikki serliga væl eydnað til tær vørur og úrval, sum hesir báðir handlarnir selja. Og harvið fáa hesir báðir handlarnir nógv meir burturúr at hava sýningina leygardagin.
Klæðini hesir báðir handlarnir sýna fram, eru klæðir til yngra ættarliðið. Schan sýnir fram mótaklæðir til smábørn og hálvvaksin, meðan Bindibúðin sýnir fram nýggjastu bundnu klæðini til børn og ung. Mótasýningin leygardagin er ókeypis.