Tíðindaskriv:
Góðu úrslitini byggja millum annað á framúrskarandi góðskuna á laksinum og góðu kundatænastuna.
“At luttaka á hesi messuni er eitt gott høvi hjá okkum at varðveita og styrkja sambondini við okkara keyparar,” sigur Óli Hansen, sølustjóri í Hiddenfjord. “Eisini er tað eitt gott høvi at vísa fram okkara vørur og Hiddenfjord brandið fyri nýggjum kundum.”
Afturmeldingarnar frá kundunum eru sera góðar.
“Nógvir kundar peika á góðu eginleikarnir, sum okkara laksur hevur. Liturin, góði smakkurin, konsistensurin, og ikki minst góða haldførið. Tað er hugaligt at hoyra keyparnar greiða frá, hvussu væl fiskurin er móttikin.”
Hiddenfjord luttekur á fleiri messum komandi mánaðirnar, millum annað í Boston, Barcelona, Miami og Seoul.











