Tíðindaskriv:
Árligi aðalfundurin hjá Føroya Ellisakfør varð hildin í hølunum Yviri við Strond 14/03-2026.
Í formansfrágreiðing sínari greiddi formaðurin frá, at felagið hevði havt eitt miðal gott ár.
– Felagið er enn sera aktivt við ymiskum tiltøkum og einum jøvnun tali av limum, og á hvørjum ári leggjast nýggj akfør til flotan.
Aðalfundurin mintist Sonna Smith, sála, sum varð heiðurslimur í felagnum og andaðist í farna ári.
Til ber at lesa meira um felagið og tiltøk á heimasíðu felagsins www.ellisakfør.fo.
Eftir aðalfundin hevur nýggja nevndin skipað seg soleiðis:
- Formaður: Hilbert Elisson
- Næstformaður: Birgir Johannesen
- Kassameistari: Jóan Pauli Jespersen
- Skrivari: Ragnar Joensen
- Nevndarlimur: Sofus Gilsstein
- Tiltakslimir: Oddmar Kruse og Martin Heinesen











