Í 37 ár hevur P/F Sjóklæðir framleitt oljuklæðir. Tey eru fyrst og fremst ætlað arbeiðsfólki í fiskivinnuni, har tað serliga er umráðandi at halda seg turran.
Sjóklæðir framleiðir mest oljuklæðir til sjómenn, men eisini onnur sløg av klæðum verða framleidd. Tað eru svintur, kitlar o.a. til fiskavirkir. Eisini ber til at fáa ketildraktir frá Sjóklæðum.
Fyritøkan hevur ikki gjørt serliga nógv við marknaðarføring tey seinastu árini, men á vørumessuni fara tey at hava eina framsýning við teimum flestu vørunum, sum tey hava at bjóða.
Seks ársverk eru í Sjóklæðum, og tað eru fleiri av teimum somu, sum hava verið har í nógv ár.
Fyri kortum hava tey havt fyrispurningar úr Íslandi um at innflyta og selja teirra vørur, og teir møguleikarnir verða kannaðir í løtuni.