Tað hevur verið friðarligt í høvuðsstaðarøkinum síðstu nátt, og løgreglan hevði lítið og einki at gera úti á gøtuni.
Men, um 22.55-tíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan frá skeinkistaði í Havn um, at ein uppøstur maður var inni á gólvinum.
- Maðurin var so uppøstur, at fólk, sum vóru á staðnum, máttu halda honum, til løgreglan kom.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at handtikni maðurin varð koyrdur til Klaksvíkar at sova rúsin av sær.
- Í løtuni er ikki greitt, hvat fer at spyrjast burtur úr hesum, men væntandi er, at maðurin í minsta lagi fær eina bót, sigur løgreglan.