Hildu seg síggja grind

Fólk boðaðu frá grind í Kollafirði.

Løgreglan varð uppringd í gjár, tá ið ein grind varð sædd.

 

Tað var um 19 tíðina, at fólk bóru eyga við grindina og boðaðu frá. Tá ið komið varð fram á tað, sum tey hildu vera grind, vísti tað seg tó at vera nísur, og tískil varð einki gjørt við hana.

 

Les eisini: Fyrsta grindin hildin til á Borðoyavík

 


Um somu tíð varð boðað frá frá grind við Klaksvík, og tá var talan um veruliga grind. Grindin varð hildin til í Borðoyavík, sum fyrstu ferð varð roynd sum hvalvág, eftir at hon var góðkend til tað. Tað vóru ikki nógvir hvalir, og gott 30 hval løgdu beinini.

 

Hetta var 17. ferð, at hval løgdu bein í ár, tá ið springarar verða taldir við, sambært hagtølum av heimasíðuni, Heimabeiti.