Hillary Rodham Clinton var amerikanskur uttanríkisráðharri frá 2009 til 2013, og hesi árini lýsir hon í bókini "Hard Choices", sum kemur út í dag.
Fleiri politiskir eygleiðarar halda, at bókin er ein fráboðan um, at hon ætlar sær at stilla upp til forsetavalið, sum verður í november í 2016.
Formliga hevur hon framvegis ikki boðað frá, hvørt hon stillar upp ella ikki, og tey, sum vilja hava tað at vita, noyðast at geva tol. Hon hevur sagt, at hon fer ikki at taka støðu fyrr enn seint í ár ella kanska ikki fyrr enn tíðliga næsta ár.
Hillary Clinton royndiat gerast forsetavalevni hjá demokratunum til valið í 2008, men mátti lúta fyri Barack Obama. Eygleiðarar halda, at hon hevur betri møguleikar nú, og at hon er sera nógv avhildin.