Hillerød er tvey stig frá einum uppflytingarplássi

Poul Kallsberg og liðfelagarnir løgdu fyri við javnleiki í ovara endaspælinum

Poul Kallsberg fekk 71 minuttir á vøllinum, tá hann og liðfelagarnir í Hillerød seinnapartin spældu fyrsta dystin í ovara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Á útivølli leikti Hillerød javnt 1-1 móti Hvidovre, ið legði seg á odda í 67. minutti. Bert sjey minuttir seinni javnaði Mikkel Mouritz fyri útiliðið.

 

Hillerød er triðfremst í ovara endaspælinum við 38 stigum. Teir eru tvey stig aftanfyri Hvidovre, ið er næstfremst við 40 stigum. Lyngby er oddalið við 42 stigum.

 

Tvey tey fremstu liðini flyta upp í bestu donsku fótbóltsdeildina.

 

Í morgin klokkan 14 spælir liðið hjá Adrian R. Justinussen, AC Horsens móti Lyngby á heimavølli. Horsens hevur 30 stig á aftasta plássinum í ovara endaspælinum.