HF Karlskrona tapti fyrstu fjórðingsfinaluna

Onnur fjórðingsfinalan verður leikt komandi hóskvøld

Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í HF Karlskrona hava í kvøld spælt fyrstu fjórðingsfinaluna í endaspælinum í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Á útivølli tapti Karlskrona 30-34 fyri Malmö. Í steðginum var støðan javnleikur 17-17.

 

Tróndur skoraði fimm mál upp á 10 málroyndir, og hann legði eisini upp til trý mál (assist).

 

Komandi hóskvøld klokkan 18 hittast liðini aftur í Brinova Arena í Karlskrona. Spælt verður best av fimm dystum, so týdningarmikið verður hjá Karlskrona at fáa ein sigur í hesum dystinum.