Samráðingarnar, sum Pakistan hevur roynt at fingið í lag millum Iran og USA, eru í løtuni uppstegðgaðar.
Tað veit The Wall Street Journal at siga.
Keldur upplýsa yvirfyri amerikansku stórávísini, at almenna svarið hjá Iran er, at landið er ikki sinnað at hitta amerikansk samráðingarfólk í Islamabad næstu dagarnar.
Sum skilst, heldur Iran uppá, at amerikansku krøvini tll frið ikki kunnu góðtakast.
Seinastu tíðina eru sera ymiskar útsagnir komnar um útlitini til samráðingar millum londini, veit tíðindastovan, NTB, at siga í kvøld.











