VIDEO: Soleiðis tapti Grimsby fyri botnproppinum

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Grimsby Town-Harrogate Town 1-3 (1-2)

Mynd: Grimsby Town FC

David Geza Turi var við frá dystarbyrjan, tá Grimsby á heimavølli heldur óvæntað tapti 1-3 fyri Harrogate, ið er aftast í deildini. Fyrstu 27 minuttirnar skoraði útiliðið tvær ferðir. 

 

Í 39. minutti minkaði Kieran Green um munin til 1-2. Í yvirtíðini í fyrra hálvleiki brendi Andy Cook hjá Grimsby eitt brotsspark. Í seinna hálvleiki staðfesti útiliðið sigurin.

 

Grimsby er nummar 10 í deildini við 62 stigum. Teir hava trý stig upp til Chesterfield, ið er á týðandi sjeynda plássinum sum gevur rætt til at spæla dystir um uppflyting.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Grimsby Town-Harrogate Town 1-3 (1-2):

 

##med2##

 

 

 

Mynd: Grimsby Town FC