Fríggjadagin 15. august vardi Hilmar Simonsen ph.d.-ritgerð við Fróðskaparsetur Føroya. Ritgerðin kallast “Acquisition, processing and geologic interpretation of reflection seismic data from high- and low-resolution surveys in the Faroe Islands”. Tað skrivar Granskingarráðið á heimasíðu sínari.
Hilmar hevur verið innskrivaður á Náttúruvísindadeildini hjá Fróðskaparsetrinum. Robert James (Jim) Brown, professari hevur verið vegleiðari hansara.