Aftur í gjárkvøldið varð rekkjukoyring, har einir 100 bilar vóru við. Løgreglan sigur, at bilarnir komu ymsastaðni frá og og tá ið komið varð vestur í Vágar vóru teir einir 100 í tali.
Hetta er nakað, sum hevur verið hvørt tollaksmessukvøld nú í nøkur ár.
Rekkjukoyring er, at nógvir bilar koyra aftan á hvønn annan í eini langari rekkju, og summi gera nógv burtur úr at pynta bilin vil alskyns perum.
Løgreglan sigur, at sum so er einki í vegin fyri at koyra í rekkjukoyring so leingi bilførarar og ferðafólk fylgja reglunum.
Tað merkir, at bilarnir skulu halda seg í høgru síðu, og tey, sum eru í teimum skulu sita í trygdarbelti. Og koyra teir seint, skulu teir loyva bilum at sleppa fram um.
Men aftur í gjárkvøldið hendi tað, at bilar koyrdu frá síðu til síðu og at fólk hingu út ígjøgnum vindeyguni.
Bilførar siga, at tey fingu eisini eina átalu frá løgregluni við boðum um at halda seg í høgru síðu, men løgreglan sigur, at tey gjørdu ikki meiri við tað.
Annars sigur løgreglan at tað hevur verið stak friðarligt í nátt. Ein maður hevur sitið í brummuni í nátt, hann var fullur og so ólátaður, at hann varð settur inn.