Hitaprísur elvir til kuldaskjálvta

Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin
_________

Oljuprísirnir eru enn einaferð hækkaðir, og hava við hækkingini sett nýtt met. Í Danmark eru bensinstøðir í ferð við at skifta gomlu prísskeltini út, so at tey kunnu vísa tveysifraði krónutøl. Í Føroyum kosta 1.000 litrar av gassolju nú 5.300 krónur. Eitt meðal húsarhald brúkar umleið 3.000 litrar av olju um árið og skal sostatt av við slakar 16.000 krónur árliga, bara fyri at halda húsini heit.
Umleið tveir triðingar av el-framleiðsluni í Føroyum verður vunnin úr olju. Tí kann roknast við, at prísirnir hjá SEV eisini fara at verða ávirkaðir av høga oljuprísunum, og aftur har er tað brúkarin, sum fær rokningina. Í 2004 brúkti SEV umleið 30.000 tons av tungari olju.
Stjórin í Statoil segði í samrøðu við Dag og Viku týskvøldið at eingi útlit eru til at oljuprísirnir fara at lækka aftur í nærmastu framtíð. Síðani seinasta summar eru prísirnir støðugt hækkaðir, men av tí at amerikanski dollarin er fallin í virði, hava vit ikki merkt alla hækkingina. Men nú gongur dollarin uppeftir, og tí eru útlitini ikki bjørt.
Oljuavgjaldið
Av hvørjum litri av brenniolju, sum verður fylt á tangan, eru 80 oyru oljuavgjald og 90 oyru meirvirðisgjald. Eitt húsarhald, sum brúkar 3.000 litrar av olju um árið, rindar sostatt 2.400 krónur árliga í oljuavgjaldi og 2.700 krónur í meirvirðisgjaldi fyri oljuna.
Prísin á heimsmarknaðinum hava vit onga ávirkan á. Men oljuavgjaldið og meirvirðisgjaldið seta vit á sjálvi.
Áðrenn apríl 2000 var oljuavgjaldið í øvugtum lutfalli við oljuprísin. Tað vil siga, at tá oljuprísurin hækkaði, so lækkaði avgjaldið. Á tann hátt fingu vit ein javnari prís. Men í mars 2000 legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, uppskot fyri Løgtingið um at fastlæsa avgjaldið á 80 oyrum, og tað uppskotið varð samtykt. Síðani eru oljuprísirnir hækkaðir so nógv, at við gomlu skipanini hevði avgjaldið fyri langari tíð síðani verið komið niður á 0 krónur. Men orsaka av broytingini hjá Karsten Hansen er tað framvegis 80 oyru fyri liturin.
Mugu taka kjakið nú
Høgu oljuprísirnir eru ein trupulleiki fyri nógvar føroyskar familjur. Sambandsflokkurin er altíð til reiðar at tosa um møgulig tiltøk, ið kunnu avmarka avleiðingarnar av høgu oljuprísunum. Rættast hevði verið, um løgtingið longu nú tók støðu til, hvat vit skulu gera, um prísirnir á olju um eitt ella tvey ár verða uppaftur hægri enn nú.
Eitt hugskot kundi til dømis verið at vent aftur til gomlu skipanina (ella eina líknandi skipan), har ið oljuavgjaldið er í øvugtum lutfalli við oljuprísin. Hetta kundi lætt munandi um hjá føroysku húsarhaldunum, nú prísurin fyri hita er um at geva føroyingum kuldasjálvta.