- Jú, vit merkja heilt greitt til økta áhugan hjá týskarum, fraklendingum og italienarum at vitja Ísland.
- Hetta er ein týðiligur trendur, sum vit í Føroyum eisini fáa ágóðan av, sigur Hendrik Egholm, marknaðarstjóri í Smyril Line.
Fyritøkan er allatíðina til arbeiðis við at marknaðarføra seg og Norrönu í útlondum, og hetta úrslitið sær longu nú út til at geva úrslit.
Í veruleikanum eitt nógv betri úrslit enn væntað:
Norröna hevur í summar verið at kalla fullsett á Danmarkarrutuni. Og ein rættiliga stórur partur av hesum ferðafólkunum eru komin úr suðureuropeiskum londum.
- Vit hava í okkara marknaðarføring júst víst á, at Føroyar eru eitt øðrvísi ferðamál.
- Vit siga teimum, at okkara land er unikt. Og tað er longu líkt til, at fólk hava givið hesum gætur, sigur Hendrik Egholm.
Hitin hækkar
Veðurgranskarar eru komnir eftir at strendurnar við Miðalhavið kunnu gerast ov heitar fyri norðureuropeisk ferðafólk, orsakað av globalu upphitingini.
Um eini 70 ár koma ferðafólkini í Stórabretlandi og Týsklandi at finna betri klimatisk støð í heimlandinum enn við Miðalhavið, stendur í eini nýggjari frágreiðing.
Hvørt ár vitja um 100 mió fólk úr hesum báðum londunum við Miðalhavið, men longu um fá ár kann broyting koma í.
- Fólk fara ikki longur at leita eftir sól, sjógvi og sandi og síðani verða tvungin at leita sær skugga, orsakað av hita, sigur granskarin, David Viner sum er ein av monnunum aftanfyri frágreiðingina.
Aðrir granskarar vísa á, at um 100 ár kann hitin í heiminum hækka við millum 1,4 og 5,8 stigum.
Hetta ger so aftur tað, at ferðafólk ikki fara at trívast við strendurnar sunnanfyri, men heldur fara at leita sær norðureftir.