Hitin undir frostmarkið hvørja nátt

Køld luft við vetrarælum streymar komandi dagarnar inn yvir Føroyar úr norðri

 

Í dag verður strúkur í vini av útnyrðingi og norðri, um 13 m/s, sum makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Alt samdøgrið samdrigið og vátaslettings- ella kavaæl og hitin millum 1 kuldastig og 3 hitastig

 

Í morgin verður gul til stívt andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og okkurt vátaslettings- ella kavaælið. Hitin um dagin upp í 2 hitastig, um náttina niður í 2 kuldastig.

 

Í ovurmorgin verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sum makar niður í lot av ymsum ættum, 2 til 6 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin um dagin um 2, 3 stig, um náttina millum 3 kuldastig og 3 hitastig.

 

Fríggjadagin verður lot til andøvsgul av eystri og norðri, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður. Hitin um dagin um 3 hitastig, um náttina niður í 3 kuldastig.

 

Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt kavaæl. Hitin um dagin um 3 hitastig, um náttina niður í 3 kuldastig.

 

Sunnudagin verður lot til andøvsgul av norðri, seinni av ymsum ættum ella útsynningi, 3 til 8 m/s. Hálvskýggjað til skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin alt samdøgrið millum 2 kuldastig og 3 hitastig.